Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki bara í Føroyum matvøruprísirnir hækka

(Rúni Heinesen)

Í Danmark er júst sama ørkymlan um príshækkingina av matvørum. Ymsar meingingar eru um orsøkina.

Nú í januar 2008 kosta 2 kilo av mjøli í handlunum kr.9,95, meða kostnaðurin í somu handlum lág ímillum kr. 5,25 og kr.6,25 í juni mánað í fjør – hálvt ár síðan.
Í donskum bløðum verður skrivað um hækkandi prísir á matvørum.  Brúkararáðið, búskaparfrøðingar og matvøruserfrøðingar eru samd um, at prísirnir eru munandi hækkaðir seinastu mánaðirnar. Grundin er, at øll lið í ketuni hava økt um vinningin.
Mjølprísurin er hækkaður við 74%, smør 55%, havragýn 28% og mjólk 25%.
Upplýst verður, at mjøl útger bert 5% av kostnaðinum í einum breyði, so tað er ikki mjøli, ið er orsøkin hækkingina í breyðprísinum.
Flestu føroysku matvørurnar eru innfluttar úr Danmark. Spurningurin er, um hækkingin í donsku prísunum er orsøkin til okkara himmalhøgu prísir. Føroysku handilsmennirnir hava hug at skylda uppá føroysku avgjøldini. Hetta er neyva allur sannleikin. Fyri at fáa greiðu á spurninginum, er rætt, sum Herman Oskarsson førir fram, at gera verðuligar prískanningar.

Harleywoodpaint