”Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 er ikki ein króna sett av til íløgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Heldur ikki í 2018 og komandi árini er ein einasta íløgukróna at hóma.”
”Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 er ikki ein króna sett av til íløgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Heldur ikki í 2018 og komandi árini er ein einasta íløgukróna at hóma.” Tað sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, í viðmerkingunum til ein munnligan fyrispurning, sum hann fer at seta á tingfundinum í morgin.
Bjørn Kalsø vil hava at vita, hvør orsøkin er til, at eingin peningur er settur av á fíggjarlógini í 2017 og komandi árini til íløgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eisini spyr hann, um ongar ætlanir eru um at gera íløgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í hesum samgonguskeiðnum.
”Hetta stendur í stórari andsøgn til stóra íløgutørvin, bæði til umvælingar, nýgerð og útgerð, ið krevst á einum lutfalsliga gomlum sjúkrahúsið, ið skal brynjast til nútíðar krøv,” sigur løgtingsmaðurin.
Hann undrast eisini á, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær helvtina minni í lønarframskrivingum enn hini bæði sjúkrahúsini, og at í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið verður mælt til at taka leiðsluna á sjúkrahúsinum av og flyta hana undir eina felags leiðslu í Havn.
”Seinastu 4 – 5 árini eru íløgur gjørdar fyri góðar 20 mió. krónur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men við teimum íløgunum er tørvurin ikki nøktaður,” sigur Bjørn Kalsø.




