Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki eins stórur sigur í gjár

Ítróttur

Kvinnulandsliðið í hondbólti vann tó greitt eisini í seinna venjingardystinum móti Stóra Bretlandi.

HSF.fo skrivar: A-landsliðið hjá kvinnum vann eisini seinna dystin móti Stóra Bretlandi. Sigurin var tó ikki so stórur sum í gjár – í dag var úrslitið 24-18, eftir 10-8 í hálvleikinum.

Bretska liðið tóktist meira tendra í dag og fylgdust liðini fyrstu 20 minuttirnar av dystinum. Føroyska liðið hevði trupulleikar í álopinum, men loysnaði fyri hesum, tá Eir Berg kom inn um miðjan fyrra hálvleik. Eir var ein støðug hóttan og gjørdist hon eisini topskjútti í dag við 6 málum. Fríða Petersen stóð eisini væl í málinum í fyrra hálvleiki og hevði hon fleiri góðar bjargingar.

Málskjúttar:
Eir M. Berg 6
Turið A. Samuelsen 3
Anna Brimnes 3
Brynja Høj 3
Marianna H. Jacobsen 2
Fríðrún Danielsen 2
Bjarta O. Johansen 1
Birita Jacobsen 1
Agnas Olsen 1
Rebekka Justinussen 1
Helga Kjærbo 1