Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Ikki gott fyri ein fólkaræðisligan felagsskap

Jákup Ósá

Høgni í Stórustovu var klárur til at stilla upp til forsetavalið í FSF, men fekk ikki møguleikan.

Høgni í Stórustovu var klárur til at stilla upp til forsetavalið í FSF, men fekk ikki møguleikan.

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at MB tók aftur uppskotið um at stilla Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið í FSF. Í dag kom fram á in.fo, at hetta kom vegna trýst uttanífrá, tó at hetta ikki er trýst frá núverandi forseta ella sjálvum FSF. Høgni í Stórustovu sigur, at málið nú er farið fyri hansara viðkomandi, men at tað er ein løgin kensla.

– Eg eri á vøllinum, tí onkur stillar meg upp, men verið so tikin av vøllinum aftur. Tað svarar til, venjarin sigur, Hey Høgni, fær og hita upp, tú skalt inn um eina løtu. Men so fært tú boð seinni, Høgni fær og set teg niður, tú skalt ikki inn alíkaval. Men hatta stýri eg ikki og hatta er farið fyri mítt viðkomandi. Í mínari verð stýra feløgini hesum her, sigur Høgni í Stórustovu við Norðlýsið.

Ikki fólkaræðisligt

Høgni í Stórustovu heldur, at mannagongdin ikki er góð fyri ein fólkaræðisligan felagsskap.

– Eg var klárur at stilla upp. Eg sendi skriv til feløgini og segði, hvat eg hevði uppá hjarta í mun til eitt gamalt mál og til nakað sum hendur frameftir. Eg haldi tað er harmiligt um ein(feløgini, blðm.) følir, at ein ikki kann skjóta onkran upp. Gott nokk skeyt MB meg upp, men tað hava ikki merkt av sær sjálvum, at MB skal velja meg. Tað er jú heilt onnur søga.

– Nú kenni ikki ikki til, hvat er hent her og hvør hevur blandað seg uppí. Men eg haldi tað er harmiligt, um feløg skulu halda tað vera skeivt ella flovisligt at stilla onkran upp, sum tey hava hug til. Tí tað er jú bara fyri at hava eitt val. Fyri ein fólkaræðisligan felagsskap er tað ikki gott, um feløg hava ilt í búkinum, tí tey stilla onkran upp, sigur Høgni.

Hann sigur, at skrivið til feløgini ikki kemur út alment, tí hetta var sent einans til formenn/forkvinnur í trúnaði og at hetta hoyrir heima úti í feløgunum. – Hjá mær snúði tað seg um at leggja mína kunning av hesum partinum út til feløgini, ið hava ábyrgd av hesum, sigur Høgni Stórustovu at enda við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl