Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki loyvt at leggja fisk upp á Borðoyarvík?

John William Joensen

Okkara fiskivinnuumsiting og landsins kosnu menn mugu taka seg saman og ansa eftir, at okkara høvuðsvinna ikki verður dripin í ómøguligum reglugerðum.


Sum sæst aðrastaðni í blaðnum, at búskaparfrøðingur hevur sett upp hvørjum ymsu samfeløgini í Føroyum liva av, so hevur fiskivinnan nærum ongan týdning fyri høvuðsstaðin.
Men hinvegin, tá talan er um at umsita okkum onnur, so liggur ræði fyri hjá høvuðsstaðarøkinum og hetta sæst ikki bert aftur í hagtølum, men so sanniliga eisini í viðferðini, sum okkara høvuðsvinna fær.
Teir fara við flippu og slips úr Havnini til ES at samrøða um fisk, fiskiveiðurættindi og alt tað sum hevur við fisk at gera, uttan so frægt sum at skeita til teir, ið berjast í hesi vinnuni hvønn dag. Jú, kanska onkur trolaraskipari ella onkur nótamaður sleppur við allernådigst.
Hvussu so er og ikki, so sæst aðrastaðni í blaðnum ídag, at teir, sum nú sita eftir við stórum trupulleikum, orsakað av vánaligum samráðingarúrslitum, eru als ikki eftirspurdir.
Staðfestast má, at okkara samráðingarmenn hava í øllum førum ikki gjørt sítt heimaarbeiðið áðrenn teir fóru, ella í hvussu so er hava teir gjørt eitt ov vánaligt arbeiði í samráðingum, tí fyri framman sæst at avreiðingarplássini gerast færri og færri og hetta hevur sjálvandi við sær, at smærru útróðrarplássini ongan møguleika hava at yvirliva í longdini.
Norðlýsið frættir, at skal gangast eftir reglunum, so hevur ongin av bátunum á Borðoyarvík loyvi at leggja fisk upp har til avreiðingar, tí tað skal á eitt góðkent landingarstað ella eitt sokallað landingar útstað.
Okkara lokalu politikkarar áttu at tikið hendan spurningin upp í álvara og skipa fyri at vit kundu fingið eina avreiðingarskipan, ið ikki virkaði tarnandi fyri útróðurin.