Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ikki nóg avgjørdir í verjuspælinum

Jákup Ósá

Føroyska liðið spældi til tíðir góðan fótbólt, men í verjuspælinum manglaði ov nógv til, at nakað stig kundi fáast.

Í mun til dystin móti Malta, so tóktust føroyingarnir at vera meira tryggir á bóltinum undir trýsti, tí mótstøðuliðið var væl sterkari enn Malta. Men júst sum vit nærkaðust hálva tímanum, har Føroyar vóru væl við, so skoraði Rumenia trý mál uppá seks minuttir. Helst vandamiklasta vápnið hjá føroyingum í álopspartinum seinnu árini eru long innkøst, og tað var eftir eitt slíkt, at Føroyar fingu brotsspark, tá Klæmint A. Olsen bleiv feldur. Viljormur Davidsen var tryggur, og so var 3-1 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki hevði Hallur Hansson góðan møguleika at minka um munin, men málverjin bjargaði royndini. Rumenia var betra liðið í seinna hálvleiki, og tað var tí ikki óvæntað, at 4-1 málið eisini kom. Tí var alt avgjørt, tá ein góður tími var leiktur.

Samanlagt kann sigast, at hesin dysturin hevði eitt sindur av hvørjum. At skora mál á útivølli móti Rumenia og at vera so væl við í bóltsspælinum í pørtum av dystinum er gott og í bóltspælinum er hetta kanska nakað av tí besta, sum føroyska liðið hevur spælt síðani góðu árini í 2014-2016. Men í verjuspælinum vóru føroyingar ikki nóg avgjørdir, og tí fingu rumenar onkur heldur bílig mál og vunnu at enda ein av sínum størstu sigrum síðstu árini.