Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki nøgd við gongdina

John William Joensen

Í blaðnum ídag, lýsa politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum til fundar. Sum sæst á lýsingini frá feløgunum, so eru tey ikki nøgd við, at at kalla ongin vøkstur hevur verið í fólkatalinum í Norðoyggjum seinastu 25 árini.

Samfelag okkara stendur frammanfyri stórum broytingum. Um skamma stund fáa vit fast samband við meginlandið og gongur sum menn á Skálafjørðinum ætla, so gongur ikki rúm tíð til at ein undirsjóvartunnil úr Eysturoynni og til høvuðsstaðin fer at binda okkum øll enn tættari saman.
Spurningurin er so hvat vit vilja við øllum hesum anleggsvirkseminum. Kanska er neyðugt hjá politiska myndugleikanum at stinga út í kortið hvør gongda leiðin er at byrgja upp fyri rákinum sum er ídag, har høvuðsstaðurin bara veksur og veksur, imeðan útjaðarin stendur ístað ella í ringasta føri gongur aftur í fólkatali.
Ongin orsøk er til at brúka milliónir ella milliardir upp á undirsjóvartunnlar og fast samband, um úrslitið verður tað sama sum við Múlávegnum.
At útjaðaraøki minka og teir stóru býirnir vaksa er einki serføroyskt fyribrigdi. Venda vit eyguni ímóti grannunum fyri vestan, íslendingum, so síggja vit har somu myndina.
Tey eru mong, ið halda at tað er ein ósigur fyri eitt land, at fólkið trunkar seg ov nógv saman í stóru býirnar og tað eiga vit í Føroyum at royna at fyribyrgja so gott vit kunnu.
Um okkum føroyingar verður sagt, at vit eru óførir at umsita. Nevnt hevur verið, at ímeðan íslendingar brúka minni enn 20% av teirra fíggjarlóg til umsiting, so brúka vit føroyingar meira enn 30% til umsiting av okkara samfelag, so tað skuldi verið hópin lættari hjá okkum at lagt almenna umsiting kring um í landinum.
Hvussu høvuðsstaðurin dregur, eru kanska Vágatunnilin og Norðoyatunnilin bestu dømini um. Tað almenna hevur sett pening í hesi bæði partafeløgini og kanska tí er høvuðsskrivstovan í høvuðsstaðnum. Kanska líka ólogiskt er tað, at øll fiskivinnuumsiting eisini liggur í høvuðsstaðnum.
Givið er, at við fasta sambandinum til meginlandið, fara Eysturoyggin og Norðoyggjar at fáa betri umstøður at virka undir, men um ikki landsmyndugleikar okkara eisini í aðrar mátar eru við, tá tað ræður um at gera stóru útjaðaraøkini attraktiv hjá unga fólkinum at seta seg niður í, so er vandi fyri at vit fara at síggja eina framhaldandi fólkaflyting til høvuðsstaðin.
Tá politisku lokalfeløgini, tvørtur um partapolitikk eru samd um at kalla inn til fundar, so er tað allarhelst tí, at tey ikki eru nøgd við gongdina sum verið hevur og tað er at vóna, at hesin fundurin fer at skunda undir okkara lokalpolitikkarar at markerað seg meira tá ið um trivnaðin í stóru útjaðaraøkjunum í føroyum ræður.