Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki pláss til meira

John William Joensen

Romenia hjálpin við Absalon Matras boðar frá at ikki er pláss fyri meira klæðum hesuferð.

– Vit fara avstað fyri fimtu ferð í ár fyrst í næsta mánaða og tíverri hava vit ikki pláss fyri meira klæðum hesaferð.

– Eg fari at heita á fólk um at vera tolin og goyma klæðini til vit fáa tikið ímóti aftur.

– Av tí at kavi er í norðarapartinum av Romenia verður hesuferð farið til vestarapartin av landinum á markinum mót Ungarn.

– Vit roknað við at vitja einar fýra samkomur hesuferð, sigur Absalon Matras við Norðlýsið.