Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki reint mjøl í posanum

John William Joensen

– Annars er tað ótrúligt, at almenna sjónvarpið ikki vil ella torir at nerta við hetta málið, segði Jørgin Niclasen m.a. við Vágaportalin eftir Dagur og Viku í gjár.

– Um slíkar gerðír er eitt Fólkafloks komplott ella ein trupulleiki hjá landsstýrinum mugu fólk meta um sjálv, men er einasta forsvar hjá Torbjørn Jacobsen, at spilla Fólkaflokkin út, so er mjølið ikki reint, tí man fáur ivast í.

– Annars er tað ótrúligt, at almenna sjónvarpið ikki vil ella torir at nerta við hetta málið. Einasta fer sjónvarpið hevur nevnt tað var í kvøld at geva Torbjørn opna mikrofon at spilla Fólkaflokkin út í.

– Sjónvarpið hevur ongantíð, tá ið talan hevur verið um Fólkafloks- ella Sambands landsstýrismenn viðgjørt hesar við floyals handskum.

– Nógva prátið um, at Sjónvarpið rennur ørindi fyri Tjóðveldi fær mínar hugsanir í sving, sigur Jørgen Niclasen at enda í viðmerking í kvøld, skrivar Vágaportalurin m.a.

les meira á
www.vagaportal.com