Tann, sum hevur vitjað eldraíbúðirnar á Kráarbrekku kann ikki annað enn fegnast um hesa frágera perlu. Hettar er ein verkætlan, sum klaksvíkingar kunnu verða stoltir av.
Tær 24 íbúðirnar, sum eru bygdar oman fyri sambýlið á Kráarbrekku, eru uttan iva stórsta frambrotið í føroyskari byggisøgu.
Kunnu verða stolt
Tað eru 4 ár síða táverandi borgarstjóri, Jógvan við Keldu, vegna býráði setti fyrsta spakan í Krárbrekku ætlanina. Tað var eitt samt býráð, sum tók undir við ætlanini, sum tá bert var til á skriviborðinum.
Søgna er long aftan fyri Krárbreku ætlanina og skullu vit ikki viðgera hana her, men hon er eitt talandi dømi um hvat avrikast kann tá vektin verður løgd á samstarv.
Eisini er sjálv verkætlanin tilrættarløgd og teknað av lokalum arkitektum, Fuglø Arkitektar, og tað er einki at taka seg aftur í at teir eiga rós uppibori.
Hóast tað hava verið kritiskar røddir frammi, so kunnu vit longu nú staðfesta, at tá arbeiði stendur liðugt hava vit eina sanna perlu, sum baði lokal politikarar/myndugleikar og fakfólk kunna verða stolt av.
Finna eitt passandi navn
Fólk hava skemtandi kalla íbúðirnar og sambýlið norðuri á Kráarbrekku Rynkeby, men hettar navnið er als ikki passandi fyri hesa perluna.
Vit eiga at finna eitt passandi navn til henda nýggja býlingin, sum uttan iva verður ein livandi partur av okkara býið.
Spurningurin er um ikki lokalu myndugleikararnir eiga at útskriva eina navnakapping, har fólk kunnu koma við hugskotum.
Myndirnar tala fyri seg
Vit hava verið norðuri á Kráarbreku við myndatólinum og fara at lata myndirnar talað fyri seg.




