Tað tykist sum um heimurin fleyt yvir tá TWIN TOWERS í New York raplaðu 11. September 2001. Sambært leiðandi týska blaðnum DER SPIEGEL var tað hendan ræðuliga hending sum føddi nýateismuna. Í eini oddagrein kallað “Gud hevur skuldina av øllum” verður sagt at vóru álopini á New York ikki framd, hevði ongin nýateisma verið.
Tað tykist sum um heimurin fleyt yvir tá TWIN TOWERS í New York raplaðu 11. September 2011. Sambært leiðandi týska blaðnum DER SPIEGEL var tað hendan ræðuliga hending sum føddi nýateismuna. Í eini oddagrein kallað “Gud hevur skuldina av øllum” verður sagt at vóru álopini á New York ikki framd, hevði ongin nýateisma verið.
Logikkurin er einfaldur. “Ímynda tær saman við John Lennon ein heim við ongum átrúnaði, ongum sjálvmorðsbumbumonnum, ongum 11. September, ongum krossferðum, ongum heksajagtum, ongum kríggi millum ísraelar og palestinar ongum ærudrápum…. Ímyndi tykkum ein heim uttan taliban rørslu…….
Flestu okkara kunnu uttan at ivast vera samd við nýateistunum í at stórir trupulleikar standast av átrúnarligum áskoðanum. Tí er slagorðið at átrúnaður – allur átrúnaður má beinast burtur…. Men er alt nú veruliga so einfalt, spurdi John Lennox, MA, PhD, DPhil, DSc, professari fyri fullsettum húsið í Betesda í kvøld. Fyrilesturin og spurningar vóru tilsamans tveir tímar men John Lennox var sera áhugaverdur og tey umleið 800 fólkini fingu eina sera áhugaverda løtu saman við professaranum úr Oxford.
Eg vaks upp í einum heimi har foreldrini vóru kristin, og tey lærdu meg at hugsað sjálvstøðugt og hetta er sera týdningarmikið. Kanningar vísa at flestu ateistar koma úrkristnum heimum har foreldur royndu at hugsa fyri og royndu at taka avgerð fyri síni børn. So skjótt sum tey fluttu heimanífrá byrjaðu tey at hugsað sjálvi og tóku frástøðu til tað sum foreldur teirra høvdu trýst oman yvir tey, segði hann m.a. og legði dent á at vit fyrst og fremst eiga at læra børn okkara at hugsa sjálvstøðugt.




