Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki sørt av optimismu á Stongunum

Oliver Joensen

 Nú vetrarútróðurin er um at byrjað, er ikki sørt, at tú merkir ávísan spenning um fiskiskapin fyri framman.

Útróðrarmenn sjálvir hava tey seinastu tvey árini víst á ymiskt, ið merkir framgongd í fiskarínum, og í summar hava vit fingið sjón fri søgn, at nógv meira lív er í sjónum kring Føroyar, enn vit hava sæð í nógv tey seinastu árini.

Hetta sæst eisini aftur í fuglameinginum. Ternurnar hava fingið nógvar ungar undan í ár, sera positivar ábendingar hava verið at sæð í fuglabjørgunum, so fyri framman sær spennandi út.

Spurningurin er so um hetta fer at síggjast aftur eisini í botnfiskasløgunum.

Útróðrarmenn, ið vit hava tosa við ivast ikki í, at tað fer at hildnast betur hjá útróðrarflotanum í vetur enn fleiri vetrar frammanundan.

Á Stongunum verður størri virksemi í ár enn í fjør. Kallanes er fluttur úr skúrinum á vestursíðuni og á Stengurnar, haraftur at er Norðsøki keyptur til Klaksvíkar og fer at egna á Stongunum, so tað fer at vera sera áhugavert at fylgja størru útróðrarbátunum í vetur.

Um onkur hevur hug at rógva út ella egna, so eru onkur pláss á útróðrarbáti og eisini okkurt plássið í egningarskúrunum.