Men vit skulu 4 ár aftur fyri at finna seinasta sigurin hjá KÍ í Klaksvík móti NSÍ.
Men vit skulu 4 ár aftur fyri at finna seinasta sigurin hjá KÍ í Klaksvík móti NSÍ.
Hagtølini tala fyri, at dysturin sunnudagin millum KÍ og NSÍ endar við javnleiki. Tí seinastu trý árini eru dystirnir í Klaksvík millum hesi liðini altíð endaðir við javnleiki. Síðani KÍ flutti upp í 2011, so hevur NSÍ bara vunnið einaferð, og tað var í fyrsta dystinum millum liðini í 2011.
Hagtøl KÍ-NSÍ
2015: KÍ-NSÍ 3-3
2014: KÍ-NSÍ 2-2
2013: KÍ-NSÍ 1-1
2012: KÍ-NSÍ 3-2 og KÍ-NSÍ 2-1
2011: KÍ-NSÍ 1-2 og KÍ-NSÍ 5-1
Dystir tilsamans: 7
KÍ vunnið: 3
Javnleikur: 3
NSÍ vunnið: 1




