Heldur ikki í Fuglafirði eydnaðist tað KÍ at vinna.
Líkindini vóru keðilig, tá ÍF og KÍ spældu landskappingardyst í Fuglafirði sunnudagin. Undan dystinum vóru vónirnar í KÍ helst góðar fyri at fáa ein sigur, tí ÍF manglaði nógv fólk og KÍ hevur fyrr í ár vunnið í Fuglafirði. Men síðani 1. umfar hevur KÍ ikki vunnið nakran dyst á útivølli og tað eru 154 dagar síðani.
Dysturin sunnudagin endaði 1-1 og tað var kanska rætta myndin av dystinum í truplu umstøðunum, har spælið var lítið skipað og har fáir mál møguleikar vóru í keðiliga veðrinum. Málið hjá ÍF skoraði Jógvan Isaksen, meðan Ndende Adama Gueye skoraði hjá KÍ.




