Tað var óskiljandi, at KÍ vann 2-0 útfrá málmøguleikum í dystinum.
Men meistarar hava ofta hepni við sær og alt bendur á, at KÍ verður meistari í ár og har er hesin dysturin ein av teimum, ið hepni var við.
Tað hendir viðhvørt, at eitt greitt oddalið rakar ein dyst, sum ikki samsvarar til restina av kappingarárinum, og tað má sigast um fyrra hálvleik av hesum dystinum. NSÍ hevði eini 4-5 stórar málmøguleikar, harav eitt brotsspark, og skuldi ført við fleiri málum í hálvleikinum. KÍ broytti nøkur taktisk ting gjøgnum dystin, tí tað koyrdi so illa leikliga. Eftir góðan hálvan tíma kom Páll A. Klettskarð inn fyri Deni Pavlovic, har KÍ fór at spæla 4-4-2. Hálvleiksstøðan var 0-0.
Heini og Páll skoraðu
Frá byrjan í seinna hálvleiki fór KÍ at spæla 3-5-2, sum var sama leikskipan sum NSÍ. Og tá fekk KÍ betri tak á dystinum. KÍ kom á odda við máli frá Heina Vatnsdal eftir hornasparksstøðu og Páll A. Klettskarð økti uppá gott innlegg frá Árna Frederiksberg, sum spældi vinstri vongbakkur í 3-5-2 leikskipanini. NSÍ fekk størsta møguleikan í seinna hálvleiki, men Mattias Rosenørn stórbjargaði. 2-0 gjørdist úrslitið.
Samanlagt var hetta ein dystur, har spælið hjá KÍ als ikki hekk saman og ein røð av tekniskum villum vóru. Í seinna hálvleiki hevði KÍ tó tamarhald á dystinum fyri tað mesta, men NSÍ hevði møguleikar samanlagt til fleiri mál í dystinum. Tá KÍ vinnur ein slíkan dyst, so verður torført at ímynda sær, hvussu KÍ ikki skal vinna meistaraheitið í 2021. Sjey dystir eru eftir hjá KÍ og 12 stig eru niður til nr. 2.



