Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Illveður og vánaligur fiskiskapur

Oliver Joensen

Atlantic Navigator er júst byrjaður fiskiskap aftur. Men veðrið hevur verið sera ólagaligt.

Ídag frættu vit frá Atlantic Navigator, ið júst er komin aftur á fiskileið, at teir høvdu eitt kast vestur úr Mykinesi, men hetta gav bert eini 50 tons. Nú eru teir so farnir suður á Munkagrunnin einar 40-50 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni. Sagt verður at teir síggja nakað av svartkjafti, men veðrið hevur verið so vánaligt, at svartkjafturin hevur gingið sera spjaddur og í kvøld verður sagt frá illveðri.
Men vit hava tó vón um betur veður um vikuskiftið, so tá skuldu møguleikarnir verið betri, siga tey av Atlantic Navigator og lata heilsa heima, tey hava tað øll gott.