Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íløguráðgevi í Føroya Banka

John William Joensen

Tummas Pauli Mýri er frá 1. februar 2006 at rokna settur í starv sum íløguráðgevi í Føroya Banka. Tummas Pauli er 31 ára gamal, ættaður úr Klaksvík, giftur við Marthu og eigur 3 børn.

Tummas Pauli kemur at starvast á Fíggjardeild bankans, sum liggur í høvuðssæti bankans í Húsagøtu 3, Tórshavn.
 
Løgfrøðingur
Høgni í Stórustovu er, frá 1. februar 2006 at rokna, settur í starv sum løgfrøðingur í Stjórnarumsiting bankans.
Høgni í Stórustovu, er 40 ára gamal, ættaður úr Tórshavn, giftur við Jónu Dalsgarð, og eiga tey 3 børn. Høgni er útbúgvin løgfrøðingur frá Keypmannahavnar Universiteti, og hevur síðani hann varð liðugur starvast sum løgfrøðingur á Arbeiðsloysisskipanini í tíðarskeiðnum frá 1995 til 1997.
Í 1997 varð hann fulltrúi í Vinnumálastýrinum, inntil hann í 1999 varð settur sum løgfrøðingur og deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar.