Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Image all the people sharing all the world

Oliver Joensen

Signhild V. Johannesen setti Norðoyastevnuna 2017 og hon endaði røðu sína við einum sitati frá The Beatles.

Røða Signhildar her niðanfyri:

Norðoyastevna 2017!

“Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevið Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið! Skrivar Johannes evangelistur í kap. 14 ørd. 27”

Góðu Norðoyastevnugestir – góðu norðoyingar

Dagar, vikur og ár ganga skjótt, og Norðoyastevna 2017 er longu her. Dagurin, vikan og árið, ið farið er, kunnu vit ikki liva umaftur og onki gera við. Vit kunnu minnast, læra og taka tað við okkum í huganum, sum ger okkum framtíðina bjartari og vónríkari. Tí er gott at njóta løtuna í kvøld, steðga á og heilsa hvør øðrum. Henda løtan kemur ikki aftur, men fer vónandi í minnið sum nakað gott.

Vit sum dagliga búleikast í tryggum og smáum umhvørvum – sum Klaksvík, Norðoyggjar og allar Føroyar eru – hoyra javnan um ótryggleikan uttan í heimi. Vit njóta døgurðan, balla okkum á sofuni, lata børnini spæla uttandura og hurðar standa opnar. Alt hetta í meðan útvarpstólið sendir tíðindir frá Mykinesi, um ikki at ganga í haganum, tí tað hóttir lundastovnin, heilt til Sýria, Norður Korea og USA, har persónar við makt, spæla sær við vøddunum og øll verðin kennir seg hóttan.

Vit hoyra tíðindi úr Sýria, har borgarakríggj hevur herjað í longri tíð. Har fólk lata lív, hóast tey á ongan hátt sjálvi ynskja at vera ein partur av krígnum, har familjur mugu flýggja frá húsi og heimi, uttan at vita hvat tey hava í væntu. Eitt kríggj ið byrjaði í tí gerandisliga og fólksliga. Umstøður har borgarar føldu seg órættaðan og ólíka viðfarin. Gjógvin ímillum rík og fátøk gjørdist størri.

Tað er so skjótt, og so lítið sum skal til fyri, at skapa sundurlyndi og spjaða fólkið. At vit við orðum og gerðum í dag, kunnu føra til illskap og skilnað í millum fólk, familjur, átrúnaðarbólkar og samfelagsbólkar. Vit eiga at læra av fortíðini og hugsa okkum væl um, áðrenn vit harta øðrum fyri at liva á annan hátt, enn tann vit sjálvi meta vera rættast. Vit mugu lyfta okkum upp um okkara egnu nalvaskoðan og virða hvønn annan og tosa virðiligt. Hvussu møta vit hvør øðrum? Hvussu geva vit okkara næsta pláss? Nakað vit eiga at spyrja okkum sjálvi um. Ikki síðumannin, men okkum sjálvi.

Vit hava góðar vanar í Føroyum. Um vit halda fast í tí góða, bæði í almenna rúminum og heima hjá hvør øðrum, er tað ikki alt avgerandi, hvør situr við ræði.

Grundvøllurin er lagdur, vit kenna hvønn annan og hava álit á hvør øðrum. Hetta megna vit best, um vit hava eitt samhaldsfast samfelag. Eitt samfelag har vit ikki loyva næstanum at detta niður ímillum. Vit hava í dag skipanir sum lofta og lyfta. Skúlaverki, heilsuverki og almannaverki. Og vit hava hópin av fólki í frítíðar- og ítróttarfelagsskapum, sum ólønt geva okkara børnum og okkara ungu, ein innihaldsríkan gerandisdag eftir skúlatíð. Hetta er besta heimaráð fyri góðar vanar til okkara eftirkomarar.

Friðurin kann einans varðveitast við javnrættindum. Tí er tað at vit gjalda skatt og avgjøld til landi.

Vit í Føroyum mugu standa saman um tað góða, standa saman um friðin. Friðurin er ein rættur, men ikki ein sjálvfylgja.

Í dag byrjar Norðoyastevnan, summarið er fyri durum og alt kennist gott. Og tað kann tykjast sum tað myrka og ringa ikki er til.

Vit sum eitt av fáu londunum, hava frið í landinum. Latum okkum tí hevja tað góða framum tað ringa, latum okkum síggja tað vakra framum tað ljóta, og latum okkum elska heldur enn at hata.

Ein av kendastu sangunum hjá fyrrverandi Beatla’num John Lennon sigur tað so gott:

Imagine no possessions

I wonder if you can

No need for greed or hunger

A brotherhood of man

Image all the people sharing all the world

Góða Norðoyastevnu Norðoyingar og gestir!