Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

IMAGE nýggjur handil á Brekku

Oliver Joensen

Tær báðar Óluva Joensen og Durita Joensen hava latið upp nýggjan klædnahaldil á Brekku undir navninum Image í somu hølum har Óluva framanundan rak matvøruhandilin Brekkubúðin.

Tær báðar Óluva og Durita eru ikki ókendar innan handilsvinnuna í Klaksvík. Óluva hevur rikið egnan handil seinastu 35 árini og hevur annars staði í handli so at siga alla sína tíð. ímeðan Durita er uppvaksin í einum av gomlu handlunum í Klaksvíki, nevniliga hjá Dorius Hvidbro.
Nú tær hava latið upp nýggjan klædnahandilin er málbólkurin tær fara eftir kvinnur í aldrinum frá 20 ár og uppeftir. Tó siga tær báðar, at nakað av klæðum eisini er til yngri kvinnur.