Ofta síggja vit prísir á tekniskari útgerð, sum fáa okkum at undrast á, hvussu tað kann lata seg gera, at framleiða vøruna so bíliga.
Í dag kemur indiska snildfonin Freedom 251 á marknaðin, og hon kostar 25 krónur í okkara peningi.
Ein orsøk til lága kostnaðin sigst vera studningur, men fyri kundan er talan um eitt sera gott keyp, tí talan er um eina telefon við 4-tumma qHD-touch skermi (960 x 540), 1 GB RAM, 8 GB minni, plássi fyri Micro-SD korti upp til 32 GB, tvey kamera, 3G, WiFi, Bluetooth og GPS.
Telefonin kann bíleggjast á heimasíðuni hjá framleiðaranum, men helst verður hon ikki seld uttanfyri indisku landamørkini, tí hildið verður, at hetta er partur av eini ætlan, sum hevur til endamáls at gera India meira sjálvbjargið við tekniskari útgerð.
Nýggja snildfonin hevur eitt ára garanti.




