Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Indonesiskur sjómaður dottin fyri borð

POLITI

Í gjárkvøldi kl. uml. 1920 boðaði garnabáturin M/B Anita frá, at ein av manningini var dottin fyri borð.

Í gjárkvøldi kl. uml. 1920 boðaði garnabáturin M/B Anita frá, at ein av manningini var dottin fyri borð.

Teir vóru við at seta gørnini, tá ein av manningini fekk ein enda um beini, og var tveittur fyri borð. Óhappið hendi umleið 180 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni. Sjálvt um leitað varð eftir manninum beinanvegin, eyðnaðist ikki at finnað hann. Veðri var vánaligt í økinum.

Anita leitar framvegis í økinum og Brimil er á veg á staðið. Tað vóru ikki onnur skip nærhendis, tá ið óhappið hendi.

Saknaði maðurin, er ein 34 ára gamal indonesiskur ríkisborgari.

Harleywoodpaint