Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

INN og Netto úti í Klaksvík

Oliver Joensen

Eftir ætlan, letur nýggi bygningurin hjá Álvi Klakk og fleiri, upp úti í Klaksvík áðrenn Norðoyatunnilin letur upp 29. apríl undir navninum INN.

Tað er Álvur Klakk, sum hevur sett byggingina ígongd og sum eisini, saman við dagliga leiðaranum Jóhonnu Christiansen, framvegis eigur meginpartin av partapeninginum í Netto.
Álvur Klakk sigur, at ætlanin er meira umfatandi enn bert at flyta í størri handilshøli. Ætlanin fevnir nevniliga um tveir handlar. Tá nýggi INN handilin letur upp, verður Netto handilin stongdur fyribils til umvælingar og nýmótansgerð og ætlanin er síðani at umvæla gamla bygningin og tá hesin letur upp aftur seinni í summar undir navninum Netto, verður áherðsla løgd á bakstur, frukt og grønmeti, umframt eisini alt tað, eitt vanligt húsarhald hevur tørv á. NETTO verður tá opin til kl. 23. á kvøldi.
Álvur Klakk sigur, at hann væntar at handlarnir báðir fara at standa seg væl í kappingini framyvir ikki minst orsakað av fyrimununum í innkeypi til fleiri handlar samstundis. Triði patnarin í samtakinum er Jaspur Johannesen, ið frammanundan eigur stóra matvøruhandilin INN í Norðskála.