Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innandura kapping – Bylgju Cup 2008

(Erik Biskopstø)

Millum jóla og nýggjárs – 30. desember – skipar fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, fyri innandura kapping fyri yngru mansdeildir, nevnd Bylgju Cup 2008.

Millum jóla og nýggjárs – 30. desember – skipar fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, fyri innandura kapping fyri yngru mansdeildir, nevnd Bylgju Cup 2008.

Kappingin umfatar allar yngru deildir, líka frá pinkulingum (6-7 ár) og upp til dreingjadeildina (14-15 ár). Leisturin er tann sami, sum til aðrar slíkar innandura kappingar, sum javnan verða avgreiddar runt í landinum.

Tað eru nógv ár síðani, at yngru leikararnir í Klaksvík fingu møguleikan at vísa síni kynstur á heimavølli til innandura kappingar, so hetta er ein upplagdur møguleiki at royna síni evnir móti bæði leikarum her í økinum og móti liðum aðrastaðni frá í landinum. Gleðiligt er longu at staðfesta, at fleiri lið uttan fyri klaksvíkina hava víst kappingini stóran áhuga.
Bláa Bylgjan hevur fingið klaksvíkingar, sum leika ella eru venjarar í formuladeildini, at døma dystirnar.

Tilmelding á tlf. 599544 ella 261221 umframt á teldupost blaabylgjan@blaabylgjan.com . Seinasta freist at melda til er 27. desember kl 20.00. Kostnaðurin er 250 kr. fyri hvørt lið.

Meir um kappingina finst á heimasíðuni hjá Bláu Bylgjuni www.blaabylgjan.com.

Harleyfacadeacryl