Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innandura skjótikapping við luftbyrsu

Norðlýsið

Innandura skjótikapping verður leygardagin 10. september klokkan 10 í hølunum hjá EL-Service á Skála.

Hetta er næsta kapping sum Rógvi Mohr og Kristvar Nilssen skipa fyri.

Øll eru vælkomin at luttaka. Reglurnar eru á leið tær somu sum seinast, men tó er tað ikki krav, at byrsurnar skulu hava kikarasikt hesa ferð.

Áðrenn kappingin byrjar, fáa allir luttakarar tíð at instilla siktini til málið.

Skotið verður fimm ferðir fimm skot á skivur og tann, ið hevur flest stig samanlagt, tá liðugt er, vinnur kappingina. Málið ið skotið verður, er knappar 45 metrar.

Kappingin verður uppi á loftinum hjá EL-Service á Skála niðri við kaiøki.

Høgl í øllum støddum fáast til keyps á staðnum.

Eftir kappingina, sum helst verður liðug um 13-tíðina, eru áskoðarar vælkomnir at síggja luftbyrsurnar og møguliga royna tær.

Tað kostar onki at luttaka í kappingini og tilmeldingin fer fram á Facebookbólkinum

“Luftbyrsuskjóting í Føroyum”

(Myndin er frá seinastu kapping)