Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innandurakappingin Bylgju Cup 2015

Tíðindaskriv

Í døgunum 28.-29. desember skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2014 vóru áleið 100 lið við umleið 530 leikarum, sum komu úr øllum landinum. Eins og hjá FSF, so so eru aldursbólkarnir U6, U8, U10, U12, U14, U16 og U18. Afturat hesum vera kappingar hjá Vaksnum og Sjómonnum eins og undanfarnu ár.

Kappingin umfatar:
U 6 dreingir 4-5 ár (f. 2010-11)
U 8 dreingir 6-7 ár (f. 2008-09)
U 10 dreingir 8-9 ár (f. 2006-07)
U 12 dreingir 10-11 ár (f. 2004-05)
U 14 dreingir 12-13 ár (f. 2002-03)
U 16 dreingir 14-15 ár (f. 2000-01)
U 18 dreingir 16-17 ár (f. 1998-99)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1-deild 2015 ella samsvarandi støði)
Sjómenn (Mynstraðir umborð í 2015 og hægst ein leikara úr Effodeildini/1.deild seinastu fimm kappingarárini)

Væntandi verður spælt soleiðis:
Mánadag 28. desember: Sjómenn, U18, U16, U14 og U12
Týsdag 29. desember: Vaksin, U6, U8, U10
Fyrivarni skal takst fyri, at U12 kappingin kann blíva flutt til týsdagin 29. desember.

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum.

Hvørt liðið telur fimm leikarar og vanliga ein skiftisleikara, tó spæla U16, U18, Sjómenn og vaksin við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Dómarar verða í stóran mun núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu ella næst bestu deildini.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá sjómonnum eru steyp og gávukort til vinnandi liðini. Og hjá U18 er gávukort til vinnandi liðið.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Tilmelding á tlf. 295401/268335 ella á t-post: blaabylgjan@blaabylgjan.com

Síðsta freist at melda til kappingarnar er tveir dagar áðrenn kappingarbyrjan. Tað merkir, at seinasta freist at melda til er:
Hjá Sjómonnum, U18, U16, U14 og U12: 26. desember kl. 19.00.
Hjá vaksnum, U10, U8 og U6: 27. desember kl. 19.00.

Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr. Hjá sjómonnum er prísurin 1000 kr. fyri liðið og tá er smyrjibreyð v.m. eftir kappingina íroknað.