Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Innandurakappingin Bylgju Cup 2017: Seinasta freist er í kvøld

Tíðindaskriv

Fyrireikararnir vænta áleið 100 lið ella áleið 500 leikarar.

Fyrireikararnir vænta áleið 500 leikarar eins og vanligt seinastu árini til innandurakappingar fríggjadagin 29. og leygardagin 30. desember.

Mikukvøldið 27. desember kl. 19.00 er freistin farin fyri at melda til til ársins innandurakapping. Kappingin hevur 9 ár á baki. Vanliga plagar talið av luttakandi liðum at liggja um 100, har 16-20 lið eru í kappingunum, har best luttøka er. Higartil er størst luttøka hjá U9 dreingjum, U11 dreingjum og teimum vaksnu. Hjá teimum vaksnu fáa trý tey bestu liðini gávukort umframt heiðurin. Til vinnandi liðið er gávukort á 2000 krónur frá Gepetto, meðan nr. 2 og 3. fáa gávukort á 1000 og 500 kr. frá Angus Steakhouse í Klaksvík. 

 

Kappingin umfatar:

U 7 dreingir 5-6 ár (f. 2011-12)
U 9 dreingir 7-8 ár (f. 2009-10)
U 11 dreingir 9-10 ár (f. 2007-08)
U 13 dreingir 11-12 ár (f. 2005-06)
U 15 dreingir 13-14 ár (f. 2003-04)
U 17 dreingir 15-16 ár (f. 2001-02)
U 19 dreingir 17-18 ár (f. 1999-00)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2017 á vøllinum samstundis)

 

 

Væntandi verður spælt soleiðis:

Fríggjadagin 29. desember: U19, U17, U15, U13 og allar gentukappingarnar

Leygardagin 30. desember: Vaksin, U7, U9, U11 (kappingin hjá vaksnum byrjar seinast, væntandi áleið kl. 16.00 og ber til at hava ynski um klokkuslett, um tað ikki liggur fyri avísar tíðir eftir kl. 16.00)

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Og tað sær út til at blíva fleiri gentukappingar. Aldursbólkarnir eru teir somu á gentusíðuni tó at tað verður U18 kapping ístaðin fyri U17 og U19 eins og FSF skipar sína kapping í 2018.
Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U17, U19 og Vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

Tilmelding á tlf. ella SMS til 295401 ella á privat boð hjá Bláu Bylgjuni á facebook.