Hjá sjómonnum, U12, U14, U16 og U18 er freistin at melda til innandura kappingina Bylgju Cup 2. jólakvøld kl. 19.00.
Hjá sjómonnum, U12, U14, U16 og U18 er freistin at melda til innandura kappingina Bylgju Cup 2. jólakvøld kl. 19.00.
Mánadagin og týsdagin vera árligu innandura kappingarnar í fótbólti spældar í KÍ høllini í Klaksvík. Spælt verður líka frá teimum heilt smáu og upp til og við ey vaksnu. Har afturat verður kapping fyri sjómenn.
Mánadagin spæla U12, U14, U16, U18 og sjómenn. Freistin at melda til fyri hesar kappingarnar er 2. jólakvøld 26. desember kl. 19.00. Týsdagin spæla U6, U8, U10, U10 gentur og Vaksin og freistin at melda til tær kappingarnar er 3. jólakvøld 27. desember kl. 19.00. Tilmelding fer fram á tlf. 295401/268335 ella á t-post blaabylgjan@blaabylgjan.com. Alt um kappingina finst á www.blaabylgjan.com
Fyrireikararnir siga, at undirtøkan higartil hevur verið góð og tí vera væntandi nógv lið í hvørjari deild, ið fara at kappast.




