Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innbjóðing til Fólkafundin 2016: Hesa ferð í Runavík

Ólavur í Geil & Jón Brian Hvidtfeldt

Tað er við stórari gleði, at vit á fimta sinni bjóða til demokratiska festivalin – Fólkafundin. Í eina tíð hevur verið arbeitt fram ímóti at fyrireika Fólkafundin, sum í ár verður í Runavík í døgunum 16. og 17. september.

Tað er við stórari gleði, at vit á fimta sinni bjóða til demokratiska festivalin – Fólkafundin. Í eina tíð hevur verið arbeitt fram ímóti at fyrireika Fólkafundin, sum í ár verður í Runavík í døgunum 16. og 17. september.

Endamálið við Fólkafundinum er: At stytta um fjarstøðuna millum mynduleikar, feløg, flokkar og fólkið.

Vit ásanna, at Fólkafundurin í fjør ikki hepnaðist so væl, sum vit høvdu ynskt. Vit hava haft kvalitativar eftirmetingar, og vit fara at gera alt fyri at Fólkafundurin verulig kann blíva eitt gott tiltak, sum flokkar, feløg og einstaklingar kunnu gleðast um.

Vit hava sett okkum fyri at betra um ávís økir um Fólkafundin og hesi eru:

Marknaðarføring Lýsingarstovan – Faroe Media – tekur sær av at marknaðarføra Fólkafundin. Fólkafundurin hevur ikki verið marknaðarførdur sum so, tóbert kunngerðir í útvarpinum og umrøða í miðlunum, men í verður Fólkafundurin markant sjónligari. Ein marknaðarføringsætlan verður gjørd og fylgd.

Staðseting av básum Tá ið tilmeldað verður, fer samskifti til luttakaran beinanvegin í gongd við staðseting av bási. Tí kann ein luttakari vænta at básurin verður staðsettur innan 24 tímar eftir tilmelding.

Pallanir Viðvíkjandi Event Pallunum – ella tiltøkunum, hava vit avgjørt at einans tríggir pallar verða í ár, og staðsetingin av pallurnum verður eisini munandi betri í Bylgjuni. Bert ein pallur verður í sjálvari høllini, hin verður í ”fimleikahøllini” og tann 3. verður í dansihøllini á loftinum.

Somuleiðis verður skráin sett saman soleiðis at eingi tiltøk byrja samstundis.

Kunning Heimasíðanww.folkafundurin.foog okkara facebook síða verða nýtt sum kunningarmiðlar. Tó verður viðkomandi kunning til luttakarar fyrst og fremst kunnað um í telduposti.

Eru onnur viðurskiftið, ið tit halda vit skulu gera øðrvísi í ár, lurta vit fegin eftir øllum kritikki og hugsanum

Tilmelding Tilmelding fyri luttøku er áwww.folkafundurin.fo. Til ber at tekna seg nú, eisini til tiltøk. Seinasta freist at tilmelda bás og tiltøk er 6. september.

Prísir fyri luttøku

Básaøki á 2x3m: 2300 kr +mvg.

Eykabásur til sama felag: 50% avsláttur fyri hvønn bás.

Ein tími á minna pallinum: 350 kr + mvg

Ein tími á stóra pallinum: 550 kr + mvg

Við vón um ein góðan Fólkafund 2016

Vegna fyrireikarnar

Ólavur í Geil og Jón Brian Hvidtfeldt