Í nátt var innbrot í eina kiosk á Akursmørk
Jógvan á Høvdanum (yngri) sum eigur Kioskina Smátt og Gott, sigur at penignurin sum var í kassanum er stolin.
– Umframt peningin eru gerningsmennirnir farnir avstað við filmum og øðrum.
– Politi hevur góðar vónir um at finna gerningsmennirnar, men fók sum halda seg vita nakað kunnu ringja til mín á telefon 226906, sigur Jógvan á Høvdanum (yngri).




