Um hugt verður nærri eftir listanum yvir dómarabólkar og eygleiðarar til komandi vikurnar sæst at ofta eru dómarabólkar og eygleiðari úr sama felag
Um vikuskifti skl ma.a Birgir Sondum (B36) døma dystin millum HB-EB/Str..
Dómaraeygleiðari til sama dyst er Baldvin Baldvinsson somuleiðis úr B36 og havnamaður.
Til dystin í Gøtu millum GÍ-B68, har Oddmar Andreasen, Andrew og Ransin skulu døma (HB), skal Nemus verða dómaraeygleiðari. Nemus er pápi linjuverjan (Ransin).
Á Eiði skal Georg Rasmussen, Palli og Tummas Pauli døma dystin millum EB/Str. og KÍ komandi vikuskifti, meðn Niclas á Líðarenda er settur dómaraeygleiðari. Niclas og Tummas Pauli eru báðir úr GÍ og teir hava eisini í nógv ár verið í sama dómarabólki.
Soleiðis kundu vit hildi fram, men vit kunnu bara staðfesta at hóast tað vanlig verða sett høg krøv um habilitet til dómarar so er tað mótsatta galdandi í føroysku kappingini.




