Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innheintingin av ruski óreglulig

John William Joensen

Um páskirnar hava tekniskir trupuleikar verið við brenniovninum í Leirvík.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið viðmerkingar frá IRF, men Palli Sivertsen leiðari fyri innheintingarplássið á Bumshamri sigur, at teir vóru noyddir at stongja í tríggjar dagar, vegna tekniskar trupuleikar við brenniovninum í Leirvík.
– Boðini um at trupuleikar vóru við brenniovninum í Leirvík komu so seint, at vit ikki kláraðu at lýsa at vit vóru noyddir at steingja móttøkuna á Bumshamri.
– Stong hevur verið í tríggjar dagar, men sum eg skilji so koyrir ovnurin í leirvík aftur sum vanligt, so vit lata upp í dag kl. 16.