Alt medesin, sum var í medisinkistuni á sjúkrahúsinum er stolið í kvøld. Medisinið er sera vandamikið og kann hava deyðsvanlukku við sær um skeivt verður atborið.
Kl. 19.15 í kvøld boðaðið Klaksvíkar Sjúkrahús politinum frá, at ein medisinkista á sjúkrahúsinum, so júst varð fylt upp ídag, varð brotin upp og alt sum í henni var, varð stolið.
Norðlýsið hitti tey bæði, Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu og medisinska yvirlæknan Leif Knudsen á máli í gongini á Sjúkarhúsinum. Leif Knudsen sigur, at innihaldið í medisinkistuni var fyri størsta partin hjartamedisin, medisin til blóðtrýst, medisin til diabetikarar og eisini adrealin, onki morfin ella slíkt var í kistuni, so innihaldið er ikki egnað til evnismisnýtarar, hinvegin kann medisinið vera sera vandamikið og í ringasta føri føra til deyða um skeivt verður atborið.
Tey á sjúkrahúsinum heita tí staðiliga á fólk, sum vita eitthvørt um stuldurin at boða frá sum skjótast.
Medisinkistan á Sjúkrahúsinum var læst við einum heingjilási, sum viðkomandi hevur brotið upp.




