Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ: Frágreiðing um útlendingamál

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Jógvan við Keldu, hevur gjørt eina frágreiðing um støðuna í úlendingamálinum.

Frágreiðing um útlendingamál
Mikið rumbul hevur verið um útlendsk ítróttarfólk í seinastuni. Nógv hava avgjørdar meiningar um hvør trupulleikin er, og hvussu hann skal verða loystur. Hetta víðfevnda og fløkta økið er ikki lætt at fáa greiðu á. Vónandi kann hendan greinin geva fólki eitt frægari støði at viðgera spurningin á.

Økið er ein heild

Tað ber ikki til at viðgera spurningin um útlendsk ítróttarfólk, uttan at tosa um útlendingaviðurskifti sum heild. Vit hava onga lóg um útle ndsk ítróttarfólk; vit hava eina útlendingalóg, sum er um snøgt sagt alt, um hvussu, nær og hví útlendingar kunnu koma higar. Ítrótt nevnir lógin ikki við einum orði. Ítróttarfólk skulu tí koma og fara eftir somu reglum sum onnur.
Fyrst fari eg tí at greiða frá útlendingaøkinum fyri at kunna vísa á, hví tað ikki er so einfalt at gera eina loysn, sum vit øll kunnu semjast um.

Økið er danskt

Útlendingamál er danskt málsøki. Føroyska útlendingalógin er tí ein donsk lóg, sum er sett í gildi her.
Danska Udlændingestyrelsen avger málini; men Innlendismálaráðið fær tey til hoyringar, áðrenn avgerð fellir. Donsku myndugleikarnir hava ikki skyldu til at taka ummælini frá
Innlendismálaráðnum til eftirtektar, men vanliga gera tey tað, tí vit kenna betur viðurskiftini á staðnum.
Danska Integrationsministeriet skal eisini hoyra Innlendismálaráðið, áðrenn tað ásetir nærri reglur um, undir hvørjum umstøðum útlendingar kunnu sleppa til landið. Á nógvum økjum vanta reglur, men tí verður arbeitt við, um enn tað ikki líður so væl frá hondini, sum ynskiligt hevði verið.
Í Føroyum er tað løgreglan, sum ger tað mesta arbeiðið við útlendingamálum. Hon er millumlið millum Udlændingestyrelsen og Innlendismálaráðið, og hon hevur eftirlit við útlendingum, sum eru her.

Høvuðsreglurnar í útlendingalógini
Útgangsstøðið í útlendingalógini er, at útlendskir ríkisborgarar ikki kunnu vera í Føroyum, uttan at tey hava loyvi. Bert norðurlendingar kunnu koma ”bara soleiðis”. Norðurlendingar kunnu frítt ferðast til Føroya og búsetast og arbeiða her.
Aðrir útlendingar kunnu koma sær inn um nøkur meira og minni høglig lið, sum eru á garðinum, sum útlendingalógin setir um Føroyar. Tey eru í høvuðsheitum visum, friðskjól, familjusamanføring og arbeiðsloyvi.
Føroyar er egið løgdømi eisini í mun til útlendingalógina. Tí sleppur ein útlendingur, sum fær loyvi at koma til Føroya, ikki til Danmarkar ella aðrastaðni við tí loyvinum í hondini, og ein útlendingur, sum fær loyvi at koma til Danmarkar, fær ikki harvið loyvi at koma til Føroya.

Visum

Visum er oftast skjótt og lætt at fáa. Tað er fyrst og fremst ætlað til teirra, sum koma higar at ferðast, á eina ráðstevnu ella okkurt slíkt. Visum kann geva rætt til at vera her í upp til 3 mánaðir og kann verða longt eina ferð.
Ríkisborgarar úr ávísum londum eru frítiknir frá at søkja visum. Ein serligur listi er við teimum londunum. Tað eru lond, sum liggja okkum næst, bæði landafrøðiliga, politiskt og búskaparliga.
Ríkisborgarar úr ávísum øðrum londum hava ringt við at fáa visum, oftast tí at mett verður, at viðurskiftini í heimlondum teirra eru so vánalig, at tey fara at royna at misnýta visumið til at royna at verða verandi her.
Tann, sum er komin higar við visum, ella er visumfrítikin, hevur ikki rætt at búgva her, ella at arbeiða, hvørki lønt ella ólønt arbeiði.
Ongin føroyskur myndugleiki hevur nakað við visum at gera.

Friðskjól

Kann ein vísa á, at ríkismyndugleikarnir í heimlandinum kúga ella trælka hann persónliga, soleiðis sum altjóða flóttafólkasáttmálin frá 1951 sigur, kann hesin fáa rætt til friðskjól. Hetta eru sera fløkt og tíðarkrevjandi mál at viðgera; men nærum ongar slíkar umsóknir hava verið her, so eg skal ikki greiða nærri frá teimum. – Hetta er so serstakt mál.

Familjusamanføring

Útlendingar kunnu søkja um at verða familjusamanførdir við føroyingum ella øðrum útlendingum, sum hava rætt at búgva fast her, í nøkrum førum eftir ávísum treytum. Tá skal vera talan um hjúnafelagar ella sambúgvar, ella foreldur og børn, um børnini eru undir 18 ár, og tey skulu hava havt fast samband frammanundan.
Oftast er talan um pør, har føroyingar hava møtt útlendingum meðan tey hava arbeitt í øðrum londum.
Eini hundrað slík mál eru um árið, og tað tekur vanliga meira enn eitt hálvt ár, áðrenn málini eru liðugt viðgjørd.
Her er tað ein stórur bági, at reglur vanta.
Í Danmark eru neyvar reglur fyri, hvussu mett skal verða um eitt nú bústaðarviðurskiftini og fíggjarviðurskiftini hjá teimum avvarðandi, áðrenn útlendingurin fær loyvi, men tær reglurnar eru ikki nýtiligar her, tí viðurskiftini eru so ymisk. Fyri Føroyar eru ongar nærri reglur, hvussu mett skal vera um, nær korini, sum útlendingarnir koma til her, eru nøktandi. Tí eru nøkur mál, sum tað næstan ikki ber til at viðgera sum er, og tað er eyðvitað tungt at bíða, bæði hjá teimum, sum søkja, og næstringum teirra her.

Arbeiðsloyvi

Útlendingar kunnu eisini søkja um arbeiðs-og uppihaldsloyvi her. Tað eru nógv tey flestu málini.
Seinasta ár vóru tey upp móti 700. Til samanberingar vóru bert 279 mál um arbeiðsloyvi og familjusamanføring tilsamans í 1996, so her hevur verið ein stórur vøkstur, og tað sær út til, at vøksturin heldur fram.
Sambært útlendingalógini kunnu útlendingar fáa arbeiðsloyvi fyri eitt ár í senn, um ”Væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn ….ella…væsentlige erhvervsmæssige hensyn taler for at imødekomme ansøgningen”. Harafturat er tað ein treyt, at lønin er góð, ella ið hvussu so er sum ein vanlig føroysk løn.
Tey, sum vanliga fáa loyvi, eru serfrøðingar í ymiskum greinum (so sum læknar, serkunnug teldufólk ella vísindafólk), ella serútbúgvin arbeiðsmegi, sum vit ikki hava nóg nógv av (eitt nú sveisarar ella skipstimburmenn).
Sum nakað heilt serligt hava ófaklærd eisini í ávísan mun fingið arbeiðsloyvi tey seinastu árini. Eitt ávíst arbeiðsloysi hevur verið øll árini, men arbeiðsgevarar hava havt sera ringt við at fáa fólk, so tí eru útlendsku ófaklærdu arbeiðsfólkini sloppin inn. Annars er nærum óhoyrt í grannalondunum hjá okkum at taka ímóti ófaklærdum arbeiðsfólki. Ísland er einasta land um okkara leiðir, sum tekur ófaklærdar útlendingar inn, danir hava ikki gjørt tað síðani fyrst í 70-árunum.

Ítróttar-arbeiðsfólk
Her er tað ítróttarfeløgini hava sæð ein gyltan møguleika. Tey hava útvegað hampiliga góðum ítróttarfólki úr veruligum láglønarlondum arbeiðstilboð her – oftast á fiskavirkjum – síðani hava tey fingið eina lítla samsýning fyri at gera ítrótt umframt.
Talan er um góð ítróttarfólk eftir okkara mátistokki; men tað hevur so ikki eydnast teimum at vinna seg fram sum yrkisleikarar.
Hesa gongdina hava tey flestu verið væl nøgd við, og serliga ítróttarfeløgini og útlendingarnir, so hon kundi væl hildið fram soleiðið, um onki annað hendi – men nú hendi nakað annað, samstundis sum í seinastuni hevur verið farið heldur lættliga um í sambandi við arbeiðsloyvi.

Arbeiðsloysið hækkar
Seinastu mánaðirnar er støðan á arbeiðsmarknaðinum broytt munandi. Nógv fólk eru søgd úr starvi, og nógv arbeiðspláss eru hildin heilt uppat at seta nýggj fólk. Arbeiðsgevararnir hava tí nú fleiri tøkar føroyingar at velja ímillum, og ein nógv størri partur av teimum føroyingunum, sum nú eru arbeiðsleysir, koma beint úr vinnu, og hava tí væntandi ikki ringt við at vinna sær fótafesti á einum nýggjum arbeiðsplássi. Men arbeiðsplássini eru blivin færri.
Tá so er, kann Innlendismálaráðið ikki látast sum um onki er hent, og halda fram við at mæla til at ófaklærdir útlendingar fáa arbeiðsloyvi her. Lógin sigur jú, at ”Væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn ….ella… væsentlige erhvervsmæssige hensyn” skulu tala fyri, at útlendingurin skal fáa arbeiðsloyvi. Her er talan um fólk, ið onki serligt hava at tilføra vinnuni uttan sína arbeiðsmegi, og nú hava vit yvirflóð av arbeiðsmegi.
Her er tað so, at ítróttarfólkini eru komin í klemmu. Tey eru jú ikki komin til landið sum
professionel ítróttarfólk, men sum ófaklærd arbeiðsmegi, og íðka so ítrótt framíhjá. Av tí sama kann Innlendismálaráðið ikki grundgeva fyri at taka tey framum aðra ófaklærda arbeiðsmegi. Øll – eisini útlendingar – hava sambært lógini krav upp á somu viðgerð í fyrisitingini. Ein útlendingur, sum er tikin úr leiki at spæla fótbólt, skal hvørki hava verri ella betri møguleikar at fáa arbeiðsloyvi til fiskavirki á landi enn ein annar útlendingur, sum eitt nú spælir bridge, ella kanska savnar frímerki aftaná arbeiðstíð.
Tað sum so hevur fingið broytingarnar at sýnast serliga ógvisligar er, at beint undan at val varð útskrivað, varð ein avtala gjørd klár, sum skuldi gera tað lættari hjá ítróttarfólki at fáa arbeiðsloyvi her. Síðani fekk Innlendismálaráðið greiðu á, hvussu álvarslig støðan á arbeiðsmarknaðinum var, tí hendir beint tað øvuta, nú nakrar mánaðir seinni, tí vit noyðast at tátta í, skulu vit fylgja lógini.
Høvdu ítróttarfólkini øll komið inn sum serfrøðingar – sum professionell – hevði ongin trupulleiki verið, tí tá hevði tað,sum hendir á arbeiðsmarknaðinum annars, ikki ávirkað tey. Tey, sum koma inn sum professionell, koma eisini í dag inn uttan stórvegis hóvasták. Hini forvinna til uppihalds sum ófaklærd og íðka ítrótt framíhjá. Tað virkaði sum ætlað, tá tíðirnar vóru upp á tað besta, men tað virkar ikki nú. Tað hevði tí heldur ongantíð kunnað verið gjørd nøkur varandi loysn. Grundarlagið var óstøðugt, tí alt bygdi á tað, sum hendir á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Og vit vita øll, at har gongur upp og niður.
Vit royna nú at fáa eina nýggja avtalu í lag við danir, soleiðis at útlendsk ítróttarfólk kunnu fáa arbeiðsloyvi, um tey fáa ein stóran part av inntøkuni hjá sær av ítrótti (og so kanska ein minni part frá ófaklærdum arbeiði); men vit vita ikki enn, um tað fer at bera til at gera eina slíka skipan. Ber tað ikki til, so verða vit helst noydd at mæla frá, at tey ikki-professionellu ítróttarfólkini fáa arbeiðsloyvi. Tí eisini útlendingar skulu vera líka fyri lógini, er ongin serskipan.

Ov lítið og ovmikið
Undir øllum liggur eisini, at nøkur heilt serlig atlit eru at taka.
Lata vit ov nógv upp, er vandi fyri at fáa alt ov nógvar útlendingar inn, og tað er ikki gott fyri nakran: tá koma útlendingarnir higar til alt ov ússalig kor. Samfelagið megnar ikki at taka ímóti teimum, og teir koma at liva her mestsum í ongamannalandi (hetta hava vit tíverri longu dømi um).
Samstundis er vandi fyri, at teir tá leggja álvarsligt trýst á arbeiðsmarknaðin, sosialu skipanina og útbúgvingarverkið, so at vit, áðrenn vit fáa rátt okkum um, hava ein veruligan útlendingatrupulleika, og fremmandahatur sprettur í landinum.
Eru vit hinvegin ov afturlatin, skapa vit órímiligar forðingar fyri, at vinnulívið kann virka og menna seg, heilsuverkið fær manningartrupulleikar, mentanin fær eisini trengri kor, og ringast av øllum er, at vit á heilt órímiligan hátt forða fólki í at liva her saman við sínum kæru. Serliga í einum lítlum landi sum okkara, har so nógv búgva nøkur ár í øðrum londum og útbúgva seg ella arbeiða uttanlands, ber tað slett ikki til.
Henda javnvágin er ikki løtt at finna, tí ongin ætlar sær at koma higar uttan orsøk. Tú kann altíð finna grundgevingar fyri, at hvør einstakur útlendingur sær skal fáa uppihaldsloyvi. – Men at tað kortini ikki er rætt at siga ja hvørja ferð, kenna vit kanska eina best frá teimum trupulleikunum, sum Danmark fekk av at taka ov nógv inn í senn í teimum ”glaðu” seksti-árunum. Tey hava enn ikki sæð endan á teimum trupulleikunum, tey tá skaptu sær.
Vit hava skyldu til at lyfta okkum uppfrá og skoða út um einstøku persónsmálini, hóast tað kann vera ringt, tí vit skulu hava tey samfelagsligu atlitini við eisini.

Nakrar skjótar ábøtur

Tað, vit royna at gera, er at samstarva við danir um at fáa skipanina at virka frægari.
Vit hava eina smidliga skipan fyri fólk til oljuvirksemi.
Vit royna at fáa hóskandi reglur fyir, hvussu vit meta best um fíggjarviðurskiftini og
bústaðarviðurskiftini hjá teimum, sum søkja um familjusamanføring.
Vit royna at gera eina skipan, so ítróttarfólk kunnu virka her, hóast tey ikki eru fult professionell.
Men heilt gott verður tað ikki, tað vita vit. Orsøkirnar eru tvinnar:
Fyrra orsøkin er, at vit koma ikki uttanum, at so longi, sum vit hava eina útlendingalóg, koma nakrar mannalagnur at liggja í kelmmu, og hava vit onga lóg, ella lata vit heilt upp, verða enn fleiri fyri vanlagnu, bæði útlendingar og føroyingar. Tað ber ikki til at umsita útlendinagøkið soleiðis, at øll verða glað. Vit mugu bara royna sum frægast og eftir bestu sannføring.
Seinna orsøkin er, at útlendingalógin hóskar ikki serliga væl, tí hon er gjørd til donsk viðurskifti.
Tað kunnu vit gera nakað við!

Loysn í longdini

Av tí at lógin vit hava í dag, er ein donsk lóg, ið er sett í gildi í Føroyum, kunnu hvørki vit ella danir bara soleiðis uttan víðari broyta reglurnar á økinum. Spurningurin er eisini um danir vilja fremja grundleggjandi broytingar í útlendingalógini, sum bert skulu verða galdandi fyri Føroyar.
Eg eri sannførdur um, at vit fáa ongantíð hetta økið at virka heilt væl, fyrrenn vit hava yvirtikið tað, fingið okkara egna útlendingapolitik, og eina føroyska útlendingalóg. Tað mæli eg eisini til at gera;
men inntil vit hava yvirtikið økið, hava vit skyldu at royna alt, vit kunnu at fáa skipanina at rigga so skynsamt, bæði í teimum veruliga álvarsligu málunum, so sum málum um familjusamanføring og í málum um vanlig arbeiðsloyvi, herundir eisini teimum nógv umrøddu ítróttarmálunum – so frægt tað nú ber til.

Tinganes, 7. apríl 2004
Jógvan við Keldu
landsstýrismaður 

Harleyfacadeacryl