Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innsiglaða tokið

Alex Sólstein umsetti

Lenin 9. apríl 1917

Lítla, friðsama oyggin, Schweiz, úr øllum ættum umgird av herjandi veraldarbardaganum, er í árunum 1915, 1916, 1917 og í 1918 áhaldandi leikpallurin fyri eini eggjandi detektivsøgu. Á marglætishotellunum ganga sendiharrarnir úr fíggindalondunum so kaldliga fram við hvør øðrum, sum høvdu teir aldrin kenst, hóast teir fyri einum ári síðani plagdu at spæla bridge saman ella sita og hugna sær á felags veitslum. Úr teirra kømurum ferðast ein herur av løgnum kroppum út og inn. Ríkisdagsmenn, skrivarar, fulltrúar, handilsmenn, damur við sløri og uttan slør, øll við loyndarfullum brøvum. Dýrir bilar við fremmandum nummarplátum steðga framman fyri hotellini, og stórmenn innan ídnað, blaðmenn, snidlingar og tilvildarligir ferðamenn koma úr teimum. Men næstan øll eru í somu ørindum: at fáa nakað at vita, at njósnast. Eisini duravørðar, sum vísa vitjandi inn, og genturnar, sum vaska, verða biðin um at eygleiða og lúra. Alla staðir arbeiða tær ymsu skipanirnar móti hvørjum øðrum, á vertshúsunum, á gistingarhúsunum, á posthúsunum, á kaffistovunum. Tað, sum nevnt verður propaganda, er hálvavegna njósning, og tað, sum sýnir seg sum kærleiki, svikagerð, og einstakar bersýndar “keyp og sølur”, sum verða brúktar sum umberingar av knappliga komandi fólki, fjala yvir bæði aðru og triðju orsøk. Alt verður frásagt; ein týskari av onkrari tign er neyvan komin til Zurich, so vita sendiharrarnir hjá mótstøðumonnunum í Bern tað, og ein tíma seinni Paris. Stórir og smáir umboðsmenn senda dag og dagliga heilar bøkur av sonnum frásøgum og leysasøgum til umboðsstovurnar, og haðani verður alt sent víðari. Allir veggir eru úr glasi, allar telefonir verða lurtaðar, øll tíðindi verða endurskrivað úr onkrari pappírskurv ella av onkrum avriti; og at enda verður henda farsótt so vill, at nógvir at enda ikki vita, um teir eru teir, sum veiða, ella teir, sum verða veiddir; eru njósnarar ella tað øvugta, sviknir ella svíkjarar.

Bert um ein mann verður sera lítið sagt hesar dagar; kanska tí at hann ikki er serliga forvitnisligur og ikki býr á fínum hotellum, ikki er við í propaganda framførslum, men býr fyri seg sjálvan saman við konuni hjá einum krotusmiði. Hann býr beint aftan fyri Limmat í trongu, gomlu Spiegelgasse, á aðru hædd í einum vælbygdum húsum við høgari tekju í elsta partinum av býnum, har alt luktar av royki frá lítlu pylsuverksmiðjuni niðri í garðinum. Grannarnir eru ein bakarakona, ein italiumaður og ein sjónleikari úr Eysturríki. Av tí at maðurin ikki er serliga nógv fyri at práta, so vita tey í húsinum bara tað um hann, at hann er russari, og at tað er serliga torført at siga hansara navn. Tey vita, at hann í nógv ár hevur verið útlagin, og at hann ikki eigur nakað serligt, og at hann ikki fæst við nakran gevandi handil; tað sær vertinnan á teimum slitnu klæðunum hjá teimum báðum, og at búnýti teirra, sum tey høvdu við sær, tá tey fluttu inn, kann liggja í eini lítlari kurv.

Dibbaligi maðurin er ikki serliga sjónligur og livir eitt so lítið eyðsýniligt lív, sum til ber. Hann heldur seg burtur frá samfelagnum, og sjáldan síggja húsfólkini tað hvassa, myrka eygnabráið í teimum smølu eygunum, og sjáldan fær hann vitjan. Men hvønn morgun fer hann dag um dag klokkan níggju á bókasavnið og verður sitandi har til tað steingir klokkan tólv. Klokkan tíggju minuttir yvir tólv stundisliga er hann heima aftur, og tíggju minuttir í eitt fer hann aftur heimanífrá, so hann er fyrstur aftur á bókasavnið, og har verður hann sitandi til klokkan seks seinnapartin. Men tá njósnarar bert leggja til merkis fólk, sum tosa nógv, og ikki vita, at tey einsamøllu altíð eru tey vandamiklastu undir hvørjari kollvelting, eins og tey, sum lesa og læra nógv, so skriva teir ongar frágreiðingar um henda lítið áhugaverda mannin, sum býr hjá einum krotusmiði. Millum sosialistar vita tey kanska um, at hann í London hevur verið ritstjóri á einum lítlum radikalum russiskum tíðarriti fyri útlagin, og at hann í St. Pætursborg verður mettur sum leiðarin av einum ella øðrum serligum flokki, sum tey ikki duga at frambera navnið á. Men tá hann kemur við harðrendum og vanvirðisligum ummælum av teimum kendastu fólkunum innan sosialistiska flokkin og metir teirra framferð púra skeiva, og tá hann tykist at vera lítið atkomandi og púrasta intolerantur, so brýggja tey seg ikki um hann. Av og á kallar hann saman til fundar á eini proletarkafé; men tá møta kanska fimtan, tjúgu persónar, mest sera ung fólk, so samfelagið letur sær lynda, at hesin einsamalli fuglurin saman við øllum hesum útlagnu situr og drekkur seg reyðan í høvdinum av øllum temunnunum og tí nógva kjakinum. Eingin heldur henda lítla mannin við teirri strongu pannuni fyri at vera nakað; ikki trý fólk í Zürich halda tað loysa seg at kenna navnið á manninum, Vladimir Ilitsj Ulianov, sum býr hjá krotusmiðinum. Og um ein av teimum fínu bilunum, sum drøna frá umboðsstovu til umboðsstovu, av tilvild hevði koyrt á henda mannin á gøtuni, hevði verðin hvørki kent navnið Ulianov ella Lenin.


Fullgjørt…..

Ein dagin – tað er tann 15. mars 1917 – gerst bókavørðurin á bókasavninum í Zürich bilsin. Klokkupinnurin stendur á níggju, og stólurin, har tann mest stundisligi av øllum lánarum dagliga situr, stendur tómur. Klokkan verður hálvgum og tíggju, tann ótroyttiligi lesarin kemur ikki og kemur als ikki aftur. Tí á veg yvir á bókasavnið kemur ein russiskur vinur fram á hann ella rættari sagt ger seg inn á hann við tíðindunum um, at kollveltingin er brostin á í Russlandi.

At byrja við vil Lenin ikki trúgva hesum. Hann er sum doyvdur av hesum tíðindum. Men so fer hann stórleypandi við konuni yvir í kioskina við sjóvarmálan, og har bíðar hann tíma fyri og annan eftir, dag eftir dag framman fyri blaðsøluna. Tíðindini eru sonn og vaksa fyri hvønn dag til størri og stásiligari sannleika. Fyrst eitt graml um uppreistur móti verandi stýri og møguliga bert eitt ráðharraskifti, síðani at Zarurin er frásettur, ein fyribilsstjórn er sett, Dumain, russiskt frælsi, amnesti fyri politiskar fangar – alt tað, hann hevur droymt um í nógv ár, alt tað, sum hann hevur tikist við í tjúgu ár í loyndarfullum bólkum, í fongsli, í Sibiria, í útlegd, er nú fullgjørt. Og knappliga heldur hann ikki, at milliónirnar av deyðum, sum hesin bardagin hevur kravt, eru deyðar til fánýtis. Tey eru deyð sum pínslarváttar fyri frælsi, fyri rættferð og fyri tann æviga friðin í nýggja ríkinum, sum nú tekur at byrja; hetta droymir hesin annars so ískaldi, greiði og miðvísi maðurin. Nú skelva og jubla tey mongu hundrað onnur, sum sita í teimum smáu útlagnu rúmunum í Geneve, Lausanne og Bern, nú hesin eydnuríki boðskapurin hoyrist, at tey kunnu venda aftur til Russlands. Ikki at verða noydd at venda heim aftur við følskum passi, ikki undir dulnevni og í lívsvanda í krúnríki Zarsins, men sum frælsir borgarar í ein frælsum landi. Tey savna saman teirra fátæksligu ognir, tí í bløðunum stendur stuttorðaða fjarritið frá Gorki: “Komið heim øll somul!” Tey senda brøv og fjarrit allar vegir: Komið heim! Komið heim! Savnist! Semjist! Enn einaferð mugu vit vága lívið fyri tað verk, vit hava vígt okkum til frá fyrstu tilvitaðu løtu okkara: russisku kollveltingini.


… og vónbrot

Men nakrar dagar seinni kom ávarandi ásannanin: russiska kollveltingin, sum tey bert høvdu tørv á at hoyra eitt graml um, fyri at kenna seg lyftan á arnarveingjum, var ikki tann kollveltingin, tey høvdu droymt um, og eingin russisk kollvelting. Tað hevur verið ein slotsgøla móti Zarinum íbirt av enskum og fronskum diplomatum fyri at forða fyri, at Zarurin fekk frið í lag við Týskland, og ikki ein fólksins kollvelting, sum vil skapa frið og rættvísi. Tað er ikki tann kollveltingin, tey hava livað fyri og eru til reiðar at doyggja fyri, men ein ráðagerð, íspunnin av stríðandi pørtunum, imperialistunum og generalunum, sum ikki vilja órógvast í teirra ætlanum. Og skjótt skilja Lenin og hansara fylgisneytar, at lyftið um, at øll skulu venda aftur, ikki er galdandi fyri øll tey, sum ynskja ta veruligu, ta radikalu, Karl Marx kollveltingina. Miljukov og hinir liberalu hava longu givið boð um at forða teimum at venda aftur. Og meðan teir hóvsomu, sosialdemokratarnir, sum kunnu brúkast til at leingja um bardagan, so sum Plechanov, sum beinasamt og við sømdargávum verður fluttur í torpedobáti til St. Pætursborg, so verður Trotzki hildin aftur í Halifax og hinir radikalu við markið. Í øllum samgongustatum liggja “svartalistar” við markið við nøvnum á teimum, sum hava luttikið í Triðju Alheims Ráðstevnuni í Zimmerwald. Ørkymlaður sendir Lenin eitt fjarrit fyri og annað eftir til St. Pætursborg, men tey verða loftað ella ikki avgreidd; tað, tey ikki vita í Zürich og heldur ikki aðrastaðni í Evropa, tað vita tey væl í Russlandi: hvussu sterkur, hvussu íðin, hvussu miðvísur, devulsettur og vandamikil Vladimir Ilitsj Lenin er fyri sínar mótstøðumenn.

Teir máttleysu, sum verða hildnir aftur, síggja sær onga vón. Í fleiri ár hava teir á hermálsligum ráðstevnum í London, í Paris og í Wien strategiskt umhugsað russisku kollveltingina. Hvønn smálut innan skipanina hava teir umhugsað, roynt og umrøtt. Í fleiri ferðir tíggju ár hava teir í tíðarritum bæði ástøðiligt og í royndum mett um torleikarnar, vandan og møguleikarnar. Alt lívið hevur hesin maðurin bara hugsað henda eina tankan og aftur og aftur endurskoðað hann, til hann at enda fekk sína endaligu orðing. Og nú hann verður hildin aftur í Schweiz, verður hansara kollvelting at gerast innantóm og fuskað ígjøgnum av øðrum, og hugsanin um frígering av fólkinum, sum var honum heilag, fer at koma fremmandum tjóðum og fremmandum áhuga til góðar. Lagna Lenins kann samanberast við lagnu Hindenburgs teir fyrstu dagarnar av bardaganum; hann hevði eisini seinastu fjøruti árini hildið venjingar og hervant álop á Russland, og tá álopið byrjar, má hann sita heima í vanligum klæðum og við smáum fløggum á kortinum fylgja við framburðinum hjá generalunum og teirra mistøkum. Tann annars so jarnharði realisturin Lenin er hesar vónloysis dagar upptikin av tápuligastu og mest ótrúligu dreymum. Mundi tað ikki borið til at leigað ein flúgvara og flogið yvir Týskland og Eysturríki? Men tann fyrsti, sum bjóðar honum hjálp, er ein njósnari. Ætlanirnar at flýggja gerast villari og ógvusligari: hann skrivar til Svøríkis um at skaffa sær eitt svenskt pass, og so fer hann at spæla dumbur, so eingin fær nakað at vita frá honum. Sjálvandi sær Lenin um morgunin eftir hesar óveruligu dreymarnar um náttina, at hetta letur seg ikki gera, men eitt veit hann, hóast mitt á degi, so má hann aftur til Russlands, hann skal fáa ígjøgnum sína kollevelting í staðin fyri hina, ta røttu og erligu, í staðin fyri ta politisku. Hann má aftur til Russlands og tað skjótt eisini. Aftur til Russlands, sektin á hvat tað kostar. Schweiz liggur kleimt inni millum Frakland, Týskland, Eysturríki og Italiu. Gjøgnum sameindu londini er eingin vegur, tí hann er kollveltingarmaður, heldur ikki gjøgnum Týskland og Eysturríki, tí hann er russari og er úr fíggindalandi. Men tað er tann órímiliga samansetingin, sum ger, at Lenin kann rokna við størri beinasemi úr Týsklandi undir Wilhelm keisara enn úr Russlandi undir Miljukov ella úr Fraklandi undir Poincaré. Á gáttini til amerikonsku krígsavbjóðingina má Týskland, ið hvussu so er, hava frið við Russland. Tí kann ein kollveltingarmaður, sum skapar sendiharrum Onglands og Fraklands trupulleikar vera ein vælkomin hjálparmaður.

Men tað er ógvusligt átak at taka eitt tílíkt stig og so fara undir samráðingar við keisararíkið Týskland, sum hann hundraðtals ferðir hevur biðið ilt omanyvir og hótt í sínari skriving. Sambært galdandi siðvenju, so er tað sjálvandi landasvik at fara inn á og koyra ígjøgnum landið hjá einum mótstøðumanni mitt undir krígnum og við loyvi frá fíggindaligu herleiðsluni; og sjálvandi má Lenin vita, at hann soleiðis kemur at gera síni egnu søk og flokki sínum til skammar, og at hann fer at verða mistonktur fyri at verða sendur til Russlands sum goldin og leigaður agentur fyri týsku stjórnina, og at hann til allar tíðir í søguni fer at verða skuldsettur fyri at hava forðað Russlandi í at vinna tann rætta og sigursæla friðin, um hann kann fremja sína ætlan: at fáa frið í stundini. Sjálvandi eru ikki bert teir ógvusliga kollveltingarsinnaðu, men eisini flestu av viðhaldsmonnum Lenins forfardir, tá hann sigur, at hann um neyðugt er, so fer hann hendan vegin, sum er tann vandamiklasti og tann mest avdúkandi ella skammiligi. Forfardir vísa teir á, at longu leingi hava verið samráðingar í gongd við millumgongd av schweizisku sosialistunum um at skifta fangar á lógligan og neutralan hátt at fáa teir russisku kollveltingarsinnaðu heimaftur. Men Lenin skilir, at hetta fer at standa á leingi, tí russiska stjórnin fer at gera alt fyri, at tað dregur út, og hann veit, at hvør dagur og hvør tími er avgerandi. Hann sær bert endamálið, meðan hinir, sum eru minni kensluleysir og djarvir, ikki tora at taka endaligu avgerðina, sum sambært allar verandi lógir eru at meta sum svikaráð. Men Lenin hevur tikið avgerð og fer av egnum ávum undir samráðingar við týsku stjórnina.


Sáttmálin

Júst tí at Lenin veit, hvussu ansvekjandi og avbjóðandi hetta stig er, so virkar hann so opið sum til ber. Tilelvdur av honum fer skrivarin í schweiziska fákfelagnum, Fritz Platten, til týska sendiharran, sum longu áður hevur samráðst við útlagnu russararnar, og leggur fyri hann treytirnar hjá Lenin. Tí hesin lítli og ókendi flóttamaðurin – sum um hann longu hevur ferilin av sínum myndugleika – hevur onga umbøn til týsku stjórnina, men leggur fyri hana tær treytir, sum tey ferðandi vilja góðtaka, um stjórnin vísir teimum beinasemi: at jarnbreytarvognurin verður lýstur at vera exterritorialur. At har hvørki verður pass- ella persónseftirlit, tá farið verður um landamark. At tey sjálvi gjalda sínar ferðaseðlar sambært galdandi takstir. At hvørki verða kravboð um at fara úr vogninum, ella at tey sjálvi gera tað. Ministarin Romberg sendir hesi boðini víðari. Tey koma til Ludendorff, sum uttan iva hevur viðmælt tey; men har er ikki eitt orð at finna um hesa avgerð í hansara endurminningum, sum kanska sæð við eygum veraldarsøgunnar eru tey týdningarmestu í hansara lívi. Sendiharrin roynir at gera broytingar í onkrum smálutum, tí skrivið er av Lenin gjørt so tvískilt, at eisini ein eysturríkari sum Radek kann uttan eftirlit ferðast við. Men týska stjórnin hevur eins og Lenin skund. Tí henda dagin, tann 5. apríl, bjóðar USA Týsklandi av.

Og so fær Fritz Platten um middagsleitið tann 6. apríl tey minniligu stuttorðaðu boðini: “Umbønin gingin á møti sambært ynski!” Tann 9. apríl 1917 klokkan hálvgum trý fer ein lítil illa klæddur bólkur dragsandi viðføri frá matstovuni Zaringerhof til jarnbreytarstøðina í Zürich. Tey eru tilsamans tvey og tredivu við konum og børnum. Millum menninar kenna vit bert navni á Lenin, Simojev og Radek. Teir hava saman etið ein náðiligan verð saman og hava í felag skrivað undir eitt skjal, har tað stendur, at teir kenna boðini í “Petit Parisien”, har russiska fyribils stjórnin fer at meta tey, sum ferðast gjøgnum Týskland, sum stórsvíkjarar. Við heldur ivandi og drálandi bókstavum hava teir skrivað undir, at teir átaka sær alla ábyrgd fyri hesi ferð og hava góðtikið allar treytirnar. Stillisliga og treiskir gera teir seg nú til reiðar til hesa søguligu ferð.

Eingin gevur sær far um tey, tá tey koma á jarnbreytarstøðina. Har eru hvørki blaðmenn ella fotografar. Tí hvør í Schweiz kennir handa Ulianov, sum undir einum buklaðum hatti, slitnum frakka og láturligum tungum stivlum (hann tók teir við til Svøríkis), tigandi og uttan at vekja ans setir seg niður í tokið saman við nøkrum monnum og kvinnum, øll ovbyrjað av kassum og kurvum. Hesi fólk síggja ikki øðrvísi út enn flokkurin av flóttafólki, sum kemur úr Jugoslavia, úr Ruthenia, úr Rumenia og setir seg á teirra trækuffert her í Zürich at hvíla seg nakrar tímar, til tey verða flutt til havið við Frakland og haðani til Amerika. Sweiziska verkamannafelagið, sum er ímóti fráferðini, hevur ikki sent nakran umboðsmann; har eru komnir nakrir russarar at geva teimum okkurt etandi við og nakrar heilsanir til teirra heima, og nøkur fá at ráða Lenin frá “hesi vitleysu skemdarferð”. Men avgerðin er tikin. Klokkan tíggju minuttir yvir trý gevur eftirlitsmaðurin boð um fráferð. Og so rullar tokið móti Gottmadingen, týska marknaðarstøðin. Tíggju minuttir yvir trý, og frá teirri løtu gongur verðinsurið øðrvísi.


Innsiglaða tokið

Milliónir av oyðandi kanónum eru skotnar av í heimsbardaganum. Verkfrøðingar hava uppfunnið tær tyngstu, tær størstu, og tær mest langrøkkandi kúlurnar. Men einki skotvápn hevur rokkið longur og verið meira lagnutungt í nýggjari tíð enn hetta tokið – løtt við vandamiklasta og mest avgjørda kollveltingarsinnaða manninum í 20. øld – sum í hesi løtu sum eitt fok fer frá sweiziska markinum tvørtur um Týskland fyri at enda í St. Pætursborg og spreingir alla tíðarskipanina har.

Á skinnarunum í Gottmadingen stendur hendan sermerkta kúlan, ein vognur við einum øðrum og einum triðja klassa, har kvinnurnar seta seg á øðrum klassa og menninir á triðja. Ein kritstrika á gólvinum er markið ímillum har russararnir sita og klivan, har tveir týskir offiserar, sum hava uppsýni við hesum livandi flutningi, sita. Uttan óhapp fer tokið rullandi alla náttina. Bert í Frankfurt koma nakrir týskir soldátar, sum hava hoyrt um hesar russisku kollveltingarmenninar á ferð, stormandi, og einaferð verður ein roynd hjá týsku sosialdemokratunum at fáa samband við hesar útlagnu, afturvíst. Lenin veit væl, hvønn mistanka hann vekir, um hann sigur so mikið sum eitt orð við ein týskara á týskari jørð. Í Svøríki fyrireika teir eina stórfingna móttøku. Svangir leggja teir á svenska morgunmatarborðið, har smurda breyðið er sum ein annar heimur fyri tey. So má Lenin keypa sær einar nýggjar skógvar fyri slitnu fjalsstivlarnar og so onkur klæði. Og so koma tey at enda at russiska markinum.


Kúlan rakar

Fyrsta gerðin hjá Lenin á russiskari jørð er eyðkend fyri hann: hann sær ikki einstaka menniskja, men fer fyrst av øllum undir bløðini. Í fjúrtan ár hevur hann ikki verið í Russlandi, hevur ikki sæð russiska jørð, russiska flaggið ella eyðkennisbúnarnar hjá russisku soldátunum. Men hesin jarnharði ideologurin fer ikki at tára sum hini, hann fevnir ikki sum kvinnurnar teir illgrunaleysu, bilsnu soldátarnar. Blaðið, blaðið fyrst, Pravda, at kanna um blaðið, hansara blað, hevur verið nóg íðið at fremja internationalan hugburð. Illbrýntur rukkar hann blaðið. Nei, ikki nóg mikið, enn bert tjóðveldis slev, enn ikki reina kollveltingin í hansara huga. Hann kennir, at hann er komin í røttum tíma at seta kós móti sínum hugskoti, til sigurs ella týning. Men kann hann koma so langt? Seinasti ivin, seinasti óttin. Man Miljukov ikki fara at handtaka hann í Petrograd – soleiðis kallaðist býurin enn, men ikki so leingi afturat. Vinirnir, sum er komnir ímóti honum, eru í tokinum, Kamenev og Stalin smílast loyndarfullir í myrka triðja klassa klivanum, har lítið ljós er. Teir svara ikki ella vilja ikki svara.

Men svarið, sum veruleikin gevur, er óhoyrt. Tá tokið kemur inn á finsku jarnbreytarstøðina, er veldiga plássið fylt við túsundtals verkafólki, sum er komið heim, og Internationali brúsar. Og tá Vladimir Ilitsj Ulianov trínur úr tokinum, verður maðurin, sum í fyrradagin enn búði hjá krotusmiðinum, tikin av hundraðtals hondum og borin yvir í ein pansarabil. Ljóskastarar á húsunum og á skansanum verða vendir móti honum, og av pansarabilinum heldur hann sína fyrstu talu fyri fólkinum. Gøturnar skelva, og skjótt byrja teir “tíggju dagarnir”, sum skaka verðina. Kúlan hevur rakt og sorlar eitt ríki, eina verð.

Alex Sólstein umsetti úr Sternstunden der Menschheit eftir Stefan Zweig