Á býráðsfundinum í kvøld skal býráðið samtykkja fíggjarætlan fyri 2014 men hóast vit ikki enn eru komin til desember er greitt at inntøkurnar verða millum 11 og 13 mió. kr. hægri enn roknað var við í galdandi fíggjarætlan. Hettar svarar til næsta tvey skattaprosent í meirinntøkum.

Og sum skilst er ætlanin hjá býráðnum at lækka skattin við einum kvart prosenti.
Inntøkurnar komandi ár eru mettar til góðar 11 mió. Kr. meira enn tær eru sambært galdandi fíggjarætlan og útreiðslurnar eru góðar tvær mió. kr. hægri.
Gjaldið fyri pláss í barnaansingarskipanini lækkar og Klaksvíkingar fáa nýggja bussleið:
Íløgurnar eru góðar 40 mió. kr. og tær verða brúktar soleiðis.
Útbúgving og gransking Sk. á Ziskatr./Ósásk. (liðugt) kr. 9.000.000
Mentan og frítíð Bláa Skýlið kr. 1.200.000
Badminton-/KÍ-høllin kr. 1.000.000
Rennibreyt kr. 1.000.000
Svimjihøllin (íløga) kr. 4.000.000
Teknisk mál Fastognir (íløga) kr. 1.400.000
Kirkjugarðar kr. 1.000.000
Kloakkir (íløga) kr. 9.500.000
Vegir (íløga) kr. 4.800.000
Byggibún. ídn.øk., miðbý. kr. 1.000.000
Kommunalt virki Havnin (íløga) kr. 2.800.000