Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu minka framhaldandi – triðja mánaðin á rað

John William Joensen

Nú Gjaldstovan kunngerð skattainntøkuna hjá Klaksvíkar Kommunu fyri november mánaða er greitt, at inntøkurnar fyri triða mánaðin á rað eru minni enn undanfarna ár.

Tað er nú púra greitt at inntøkurnar hjá løntakarum í Klaksvík eru farnar at minka og niðurgondin í inntøkunum hjá kommununi er merkisverd. Seinast Klaksvíkar Kommuna hevði minni inntøkur tríggjar mánaðar á rað, var heilt afturi í 2008 tá altjóða fíggjarkreppan herjaði.
 
Tó eru vónir framvegis til at desember mánaði í ár ferð at geva eitt betri úrslit, tí tá koma inntøkur frá partafelagsskattinum í 2017. PElagiska vinnan hevði eitt sera gott ár í 2017 og tað ferð óivað at síggjast aftur.

Sí grafin niðanfyri sum vísir skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu í 2007 og 2008.

Keldur: Gjaldstova Føroyar