Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu vaksa framhaldandi

John William Joensen

Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim, fegnast um at skattainntøkurnar halda á fram at vaksa og fyrsta ársfjórðing fekk Klaksvíkar Kommuna eina millión kr. meira í kassan.

Borgarstjórin íKlaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim, fegnast um at skattainntøkurnar halda áfram at vaksa og fyrsta ársfjórðing fekk Klaksvíkar Kommuna eina millión kr.meira í kassan.

——–

Kommunur í Norðoyggjum

20122013munurProsent

Fugloyar 328.844 292.460 -36.384 -11,06 

Viðareiðis 1.863.055 1.998.596 135.541 7,28 

Hvannasunds 2.813.052 2.431.026 -382.026 -13,58 

Klaksvíkar 34.396.656 35.370.077 973.421 2,83 

Kunoyar 812.502 753.965 -58.537 -7,20 

Húsa 301.059 305.895 4.836 1,61 

——–

Í mun til sama tíðarskeiðí fjør øktust inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu við 2,83 prosent úr 34,4 mió.í 2012 til 35,4 mió. kr. fyrsta kvartal í 2013.

         Taðer sjálvandi at fegnast um at inntøkurnar hjá kommuni framhaldandi økjast sumtær hava gjørt síðan 2009. Fyrsta kvartal er annars søguliga ikki har stórstuinntøkurnar plaga at verða og tí mugu vit vóna at vit fara at síggja einvøkstur restina av árinum. Eg dugi ikki at meta um orsøkirnar men vit erufleiri borgarar í kommununi.

         Taðeru tó alla tíðina avbjóðingar fyri framman og fyri kortum stongdiLandingarmiðstøðin men hóast vit enn ikki hava sæð hetta aftur ískattainntøkunum so er at vóna at hetta virksemið verður uppafturtikið skjótastgjørligt.

         Egtrúgvi tó at serliga øktur aktivitetur í vinnuni hevur eina positiva ávirkan títað er ikki so lítið av avleiddum arbeiði sum ali- og pelagiska vinnan gevahesa árstíina.

         Hóastinntøkurnar eisini eru eitt vet betri enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2013so verða vit tó noydd til at halda fast við løgdu fíggjarætlan.