Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

International Culture Day í Klaksvík

Ragnhild Ellingsgaard

Leygardagin bjóðar Klaksvíkar Kommuna til International Culture Day í skúlanum við Ósánna.

Seinastu 10 vikurnar hevur David Im, verkætlanarleiðari, arbeitt við at kanna umstøður og tørvir hjá tilflytarum í býnum og verða úrslit frá hesi kanning løgd fram leygardagin. Eisini verður nýggi integrasjóns-politikkurin, sum júst er orðaður, alment handaður Jógvani Skorheim, borgarstjóra. 

Harumframt verður høvi at hoyra gestarøðarar, sum koma at tosa um evnið integrasjón og egnar upplivingar í hesi tilgongdini.

Eftir framløgurnar verður ein stórt sjálvtøkuborð sett fram, har matur frá fleiri ymiskum londum verður borðreiddur. Her kanst tú m.a. royna forkunnugan mat frá Filipsoyggum, Póllandi, Argentina, Mexico, Serbia og Pakistan. 

Eftir stóra sjálvtøkuborðið verða borð sett fram við umboðum frá teim ymsu londunum. Her kanst tú hitta tilflytarar úr teim ymsu londunum, sum í dag eru umboðaði í Klaksvíkar Kommunu, og frætta nærri um teirra land, søgu, mentan og um lív teirra í Føroyum,

Vegleiðandi skrá fyri dagin:

10.00 Dagurin byrjar
10.15 Vælkomurøða, David Im, verktætlanarleiðari
10.20 David Im handar borgarstjóranum integrasjónspolitikkin
10.25 Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur røðu og handar landsstýrismanninum integrasjónspolitikikin
10.35 Jóhan Dahl, landsstýrismaður, heldur røðu
10.50 David Im hevur framløgu um tilgongdina, úrslit og politikkin
11.15 Erika Anne Hayfield, Assistant Professor in Social Sciences, heldur røðu
11.40 Erik Nielsen, tilfluttur klaksvíkingur, heldur røðu
12.00 Steðgur
12.15 Døgurði
13.15 Tilflytarabásar vísa fram lutir úr teirra heimlandi, sum høvi verður at síggja og vitja
14.30 Tiltakið endar

Øll eru vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

Harleywoodpaint