Sunnudagin 6. desembur kl. 15.00 verður ein Altjóða gudstænasta, tvs. gudstænasta á enskum máli fyri fólkið av útlendskum uppruna.
Gudstænastan verður við Marjun Lómaklett í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Aftaná verður hugnaløta í kirkjukjallaranum.
Okkurt gott er eisini til børnini.
Øll hjartaliga vælkomin!




