Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Internetið gevur atgong til gomul skjøl

Helgi Abrahamsen

Eins og onnur søvn her á landi roynir Skjalasavnið at nýta teir fyrimunirnar, sum internetið gevur.

“Serliga eru tað tey skjølini, sum eru mest eftirspurd, ið savnið hevur lagt út á netið, soleiðis at fólk kunnu sita heima hjá sær sjálvum og lesa tey.” Tað sigur Sámal Tróndur Finnsson Johansen, leiðari á Skjalasavninum. Mikumorgunin var hann, saman við øðrum savnsleiðarum á vitjan í Klaksvík, har tosað var við fólk inni á bakarínum hjá Jórun.

Lóggávan forðar

Hóast tað er ein stórur fyrimunur at kunna leggja skjøl út á internetið, so avmarkar lóggávan á økinum hvussu nógv kann leggjast út.

“Tað sum verður lagt út á netið er alt 100 ár og eldri, tí talan er um persónsupplýsingar, og teir kunnu ikki leggjast út, tá talan er um yngri skjøl,” sigur Sámal Tróndur.

Mest eftirspurdu skjølini á Skjalasavninum eru kirkjubøkur og fólkateljingar, men eisini skiftiprotokollir eru nógv eftirspurdar.

Leitiskipan

Á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum ber til at leita eftir einum ávísum orði í gomlum bløðum, men so einfalt er tað ikki hjá Skjalasavninum.

“Okkara skjøl eru skrivað við hond, og tað klára eingin leitimaskina at leita í,” sigur Sámal Tróndur.

“Vit hava tí skrivað nógv skjøl av, soleiðis at tað skal bera til at leita,” sigur hann.

Umframt upplýsingar um persónar og ættarbond liggja eisini onnur søgulig skjøl á heimasíðuni hjá Landsskjalasavninum.

“Um tú til dømis hevur áhuga í at lesa Seyðabrævið, so ber til at finna tað har,” sigur Sámal Tróndur Finnsson Johansen.

(Skjølini á Skjalasavninum kunnu lesast her)