Mikukvøldið 29. mai verður hugnaligt tiltak í Margerita, har ljós verður varpað á vælumtóktu InWear-klæðini
Mikukvøldið 29. mai verður hugnaligt tiltak í Margerita, har ljós verður varpað á vælumtóktu InWear-klæðini
Góð tilboð, ein lítil mótasýning oglutakast verða í handlinum Margerita í SMS mikukvøldið 29. mai, kl. 20.30.
Michelle Broby, seljari hjá InWewar, vitjar Margerita, og hon fer at greiða frá vælumtókta klædnamerkinum.
Ein minni mótasýning verður á skránni, har dentur verður lagdur á klæðir frá InWear, men hini klædnamerkini í Margerita fáa eisini pláss í mótasýningini.
Skipað verður eisini fyri lutakasti, har møguleiki verður at vinna pløgg frá InWear. Harumframt ber til at fáa góðan avsláttur í Margerita hetta kvøldið.
Umframt hugna og klædnaprát bjóðar Margerita drekkamunn og frukt. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Tó er neyðugt at siga frá luttøku á Facebook fyri at fáa eina hóming av, hvussu nógv ætla at vitja tiltakið.




