Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

IRF eigur at rudda hjá sær sjálvum

John William Joensen

Hóast stór framstig eru gjørd á umhvørvisøkinum síðani IRF varð stovnað er enn langt á mál.

Tað er hugstoytt at síggja nógv av móttøkuplássunum hjá IRF kring um í landinum.
Í vikuni vóru vit á Syðradali á Kalsoynni, har IRF hevur eina móttøku tætt við smoltbygningarnar hjá Faroe Salmon. Sum myndirnar sýna, so sá ikki vakurt út har. Har stóðu gott nokk tvinnar bingjur, men óruddið rundanum var nógv og ikki smæðist IRF fyri at lata vandamikið burturkast liggja har opið fyri almenninginum í langa tíð.
Tá vit spurdu okkum fyri hjá syðradalsmonnum, so hildu teir ikki at nakar hevði ábyrgdina av ruskplássinum har. Teir vitstu at ein maður hevði til uppgávu at savna inn ruskið, men so vítt teir vitstu hevði ongin ábyrgdina av sjálvari móttøkuni í Knússdali.
Tað er ikki bert á Kalsoynni at savningarstøðini hjá IRF síggja út sum um tey ongan góðan eiga og tað eigur felagsskapurin at taka hond um beinanveg, tí felagsskapurin setir krøv til borgararnar um ymisk viðurskifti í samband við ruskinnsavnan. Men fer IRF sjálvt illa um so verður neyvan lætt hjá teimum at fáa undirtøku ímillum borgarar.