Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

IRF hevði 7,3 mio. kr í avlopi í 2014

Tíðindaskriv

IRF hevur havt aðalfund á Hotel Hafnia fríggjadagin 24. apríl 2015, har millum annað roknskapurin varð lagdur fram.

Bruttoúrslitið gjørdist 49,95 mió. kr, sum er 4,21 mió. kr betri enn í 2013. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt yvirskot á 7,3 mió. kr, sum er 3,8 mió. kr betri enn í 2013.

Árið 2014 hevur hilnast væl, og IRF hevur tikið ímóti 10,6% meira burturkast enn í 2013.

Rakstrarúrslitið fyri 2014 er 6,7 mió. kr betri, enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 7,8 mió. kr hægri enn í 2013, meðan útreiðslurnar eru 4,0 mió. kr hægri.

Hækkaðu inntøkurnar stava í høvuðsheitum frá virkjum og sølu av endurnýtslutilfari. Avskrivingarnar eru eisini hægri enn í 2013.

Samlaðu íløgurnar í 2014 vóru 13,87 mió. kr. Av hesum vóru 10,9 mió. kr gjørdar í ymiska útgerð, ruskpláss og bingjur, 0,43 mió. kr vóru gjørdar í Brennistøðina, 0,67 mió. kr vóru gjørdar í nýtt Spilloljuverk á Hagaleiti, 0,19 mió. kr í Rottangaskipan og 1,68 mió. kr vóru gjørdar í endurnýtsluskipanina.

Samlaða skuldin er 14,54 mió. kr lægri enn í 2013, meðan rentuútreiðslurnar eru 0,59 mió. kr lægri. Avskrivað er eftir sama leisti sum í 2013.

Fíggjarstøðan javnvigar við 127,68 mió. kr í 2014, í mun til 135,08 mió. kr í 2013.

Aðalfundurin samtykti at hækka limagjaldið fyri 2016. Ruskgjaldið hækkar úr 1.095 til 1.100 kr fyri hvønn íbúgva, og rottangagjaldið hækkar úr 190 til 195 kr fyri hvønn íbúgva um árið í limakommununum.

Jóanis Lisberg, Fámjin segði seg úr nevndini hjá IRF, og í hansara stað bleiv valdur Niels Jacob Thomsen, Hvalba. Eftir aðalfundin bleiv Kristian Eli Zachariasen, Klaksvík, valdur til næstformann í staðin fyri Jóanis Lisberg.

Í nevndini hjá IRF sita nú:

Árni Jacobsen, Eysturoy, formaður
Kristian Eli Zachariasen, Norðoyggjar, næstformaður Niels Jacob Thomsen, Suðuroy
Jonhard Joensen, Vágar
Petra Iversen, Streymoy
Bárður Olsen, Sandoy

Vinarliga
IRF
Poul Andrias Joensen, stjóri