Sunnudagin var eitt lamb um at drukna í skæpuni fra IRF – økið við Grønhólm er ein umhvørvis-skandala
Ger IRF ella Kommuan sum teimum lystir?
Í nógvum førum eru kommunan og IRF tvær síður av somu søk. IRF er ein interkommunalur felagsskapur og fær hópin av peningi frá kommununum at røkja uppgávur fyri kommunurnar.
Runt roknað, ber hvørt húsarhald í Klaksvík o.u. kr 7.500,- um árið til IRF umvegis kommunuskattin. Hetta gjald ber kommunan vegna borgararnar til IRF. Fyri tað fáa vit ruskposan og náttpáttin tømdan. Eisini sleppa vit eftir gjølligt eftirlit av við onkran ruskposan á skrelliplássinum á Bumshamri leygardagar.
Rottangarnir verða tømdir beint við nýggjasta og fagrasta byggilendið í býnum, ella har sum mest framkomna og kyrrasta djúphavnin í Føroyum liggur; Norðuri í Ánunum. Beint yvirav einum framkomnum alibrúki.
Her, kring suppuna av øllum rottangunum í Klaksvík, er eingin girðing av nøkrum slag. Øll ovara siða er opin! Her kann ein og hvør hugna sær, sum honum lystir. Men tú skalt bara vita, at tað er ikki uttan vanda.
– Fer eitt barn útí hesa suppu, so er vandi á ferð! Eg havi mist fleiri lomb her, sigur Archibald Black, bóndin á Myrkjanoyri.
Druknaði í rottangaskrapu.
– Nú ein góðan mánaða áðrenn heystfjøllini verða gingin, var eg enn einaferð um at missa eitt gott lamb.
– Vegna tað, at einki skil er á býarhegninum, kann seyðurin ganga har honum lystir her norðuri. Og tá so heldur ikki er hegnað um rottangasuppuna, so hevði enn eitt lamb gingið seg í óføri útí rottangaevjuna á tí fagra Grønhølminum. Tað var um at drukna. Greiður Archibald Black, bóndin frá í samrøðu við Norðlýsið.
– Eg gjørdi ikki matari enn at ringja til sjálvan borgarstjóran, tá ið býarverkfrøðingurin ikki svaraði. Borgarstjórin bar seg eitt sindur undan við at siga, at IRF átti økið. Hann fekk tó skjótt hendur á manni, sum greiddi fløkjuna. Illa sølaða lambið varð spulað væl og virðiliga og slapp tí at ganga til skurðin.
– Tað kann ikki vera rætt, at slíkt evjuøki sleppur at ligga óhegnað, so fólk og fæ fyrilitarleyst sleppur at ganga uppií tí. Eg tori ikki at hugsa um, hvat kundi hent, um eitt barn hevði komið sær í sama óføri, sum tað lættliga kann, tí einki hegn er. Segði Archibald.
Beina skræpuna burtur
Hóast IRF umsitir økið, so má tað vera við ásettum reglum frá kommununi og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Og at økið er innihegnað, má vera eitt minsta krav!
Sum Norðlýsið skilir tøma rotangabilarnir evjuna á økið við Grønholm. Síðan vaksa blómur og hømiligur upp um skræpuna – so fólk og fæ halda at her er gongd leið.
Ikki fyrr enn ein stendur fastur í skræpuni verður ein greiður yvir at vandi er á ferð.
Sí myndirnar sum bóndin sjálvur hevur tikið.




