Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Írland vann 2-1 á Føroyum

Oliver Joensen

Føroyar og Írland leiktu landsdyst í kvinnudeildini á Djúpumýru í kvøld og Írland streyk avstað við einum 2-1 sigri.

Sera lítil munur var á liðunum ídag, sum brustu saman á Djúpumýru. Kanska hevði Írland munin og var úrslitið tí rættvíst, men úrslitið kundi væl farið báðar vegir.
Okkara kvinnur byrjaðu heldur tamt fyrra partin av fyrra hálvleiki, men sum dysturin leið, komu tær alt betur við.
Hálvleiksstøðan gjørdist 0-0.
Í seinna hálvleiki høvdu føroysku kvinnurnar gott tak á Írlandi og júst sum Føroyar høvdu havt fleiri góð álop og málmøguleikar, vórðu tær tiknar á bóli í verjuni og Írland kom framum 1-0. Men føroysku kvinnurnar fullu ikki í fátt og skoraðu stutt eftir til 1-1. Tá so Írland fekk eitt mál afturat tá lítið korter var eftir, fánaði spælið hjá okkara nakað, men upp undir endan av dystinum var aftur boð eftir Írlandi, men tað heppnaðist ikki Føroyum at javna. 2-1 gjørdist endaliga úrslitið, sum helst var í samsvar við leikgongdina, men í styrki kundu liðini væl sammetast.
Vit kunnu eisini nevna, at 7 leikarar úr KÍ vóru inni á vøllinum ímeðan 8 vóru úttiknar.

Málini
Málini komu øll í seinra hálvleiki. Fyrsta málið kom í 21. minutti og var tað Emma Griffin, sum legði Írland á odda 1-0. 27 minuttir inn í seinra hálvleik javnaði Vivian Bjartalíð fyri Føroyar og hendan støðan helt sær fram til góðar 15 minuttir fyri leiklok tá Grainne Barret skoraði avgerandi málið fyri Írland.