Eitt uppskot sum kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum mikudagin fer at geva støkum kvinnum, sum við ísáðing hava fingið barn, rætt til barnagjald úr landskassanum.
Eitt uppskot sum kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum mikudagin fer at geva støkum kvinnum, sum við ísáðing hava fingið barn, rætt til barnagjald úr landskassanum.
”Almannaverkið hevur fingið eina umsókn um barnagjald frá stakari kvinnu, sum við ísáðing á klinikk, hevur fingið barn, og har sum faðirskapurin ikki er kendur/viðurkendur.”
Tað stendur í viðmerkingunum til eitt uppskot, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri løgtingið, og sum kemur til fyrstu viðgerð í morgin.
Víðari stendur í uppskotinum, at støða hevur áður ikki verið tikin til, hvørt hesi mál eru fevnd av lógini, sum gevur tí almenna heimild at rinda barnagjald.
Landsstýriskvinnan skjýtur tí upp at broyta lógina um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, soleiðis at hon eisini umfatar børn hjá støkum sum annaðhvørt ættleiða ella fáa ísáðing.
Tað almenna rindar
Vanliga er tað so, at pápar skulu rinda barnagjald, tá foreldur eru farin frá hvørjum øðrum, men um barnagjaldið ikki er goldið forfallsdagin, tryggjar lógin um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, at tann sum hevur rætt til pengarnar, kann biðja um at tað verður goldið av tí almenna.
Grein 15 í lógini gevur eisini rætt til at søkja tað almenna um pengarnar, tá bara annað av foreldrunum er á lívi, ella tá barnið er føtt uttanfyri hjúnalag og faðirskapurin ikki er staðfestur.
Nú verður lagt afturat tekstinum, at tað almenna skal eisini rinda barnagjaldið tá barnið er ættleitt av støkum persóni. Sambært viðmerkingunum til uppskotið merkir henda lógarbroytingin, at lógin eisini fer at umfata børnini hjá støkum kvinnum, sum hava fingið ísáðing.
Prinsipiellur spurningur
Hetta kann uttan iva festa í tann sera prinsipiella spurningin, um støk skulu kunna ættleiða ella fáa ísáðing, fyri síðani at fáa barnapengarnar goldnar av tí almenna.
Sambært heimasíðuni hjá Ríkisumboðsmanninum skulu hjún sum ættleiða hava búð saman í minst 2 ½ ár, tá tey senda umsóknina inn um ættleiðing, og tey skulu vera gift áðrenn loyvið verður givið. Tí kann tað tykjast løgið, at støk eisini kunnu ættleiða.
Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, men hon situr á fundi. Vit rokna tó við at fáa eina viðmerking frá henni seinni í dag.
Barnagjaldið er 12.996 kr. árliga.




