Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ísak Mikladal leggur frá sær

John William Joensen

Starvsnevnd FSF’s og Ísak Mikladal hava í dag gjørt avtalu um, at Ísak Mikladal eftir egnum ynski fer frá sum aðalskrivari frá í dag at rokna.

Síðan formannsfundin leygardagin hevur tað ligið í kortunum at Ísak Mikladal, sjálvboðin fór at leggja frá sær.

Starvsnevndin sæt á fundi alt týskvøldið har m.a. bíðja var eftir hvat Forsetin í FSF hevði fingið burtur úr einari loyniligari ferð á høvuðssborgini hjá UEFA.

Í kringvarpinum segði forsetin at hann nú var betur íklæddur at viðgerða málið tí nú hevði hann fingið innlit í øll skjøl, sum viðvíkti málinum. Hann vildi tó ikki siga hvat stóð í skjølunum.

Men eftirfylgjandi kann staðfestast at Høgni í Stórustovu í tíðindaskrivi í nátt fegnast um arbeiði, sum Ísak Mikladal hevur gjørt í starvi sínum sum aðalskrivari í FSF.

Umstríddi Klaksvkingurin skal harafturat starvast í FSF í eitt ár har hann fer at virka sum ráðgevi á økinum, sum hann higartil hevur arbeitt við og "øðrum uppgávum".

Hvat hesar uppgávurnar merkja kunnu vit bara gita um, men tað hevur ljóða at Ísaki stendur í boði at fáa starv í UEFA.

————-

Tíðindaskriv:
Starvsnevnd FSF’s og Ísak Mikladal hava í dag gjørt avtalu um, at Ísak Mikladal eftir egnum ynski fer frá sum aðalskrivari frá í dag at rokna.

Partarnir eru samdir um, at Ísak Mikladal tað næsta árið skal virka sum ráðgevi hjá FSF. Ísak Mikladal skal virka sum ráðgevi á teimum økjum, hann hevur arbeitt við frammanundan, eins og hann skal taka sær av øðrum uppgávum.

Eisini skal hann vera við til at seta nýggja aðalskrivaran inn í starvið.

Starvsnevndin FSF’s hevur í dag gjørt avtalu við Virgar Hvidbro um, at hann verður virkandi aðalskrivari til nýggjur aðalskrivari er settur.

FSF vil við hesum takka Ísaki Mikladal fyri ta drúgvu tíðina, hann hevur arbeitt sum aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, føroyskum fótbólti at frama.

Tórshavn, tann 3. november 2009

Fótbóltssamband Føroya

Høgni i Stórustovu
Ísak Mikladal

Harleyfacadeacryl