Tað hevur í seinastuni verið frammi, at Klaksvíkar Kommuna skal keypa KÍ-høllina frá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Eftir tí sum frættist í fjølmiðlunum er talan um:
at Klaksvíkar Kommuna yvirtekur skuldina í høllini uppá umleið 3,8 mill. kr.
at Klaksvíkar Kommuna innrættar niðastu hædd í norðara enda av høllini til virksemi hjá KÍ
at KÍ fær nýtslurætt til norðara enda av høllini hædd 1, 2, og 3 í 10 ár móti einum gjaldi uppá kr. 10.000,- um árið.
Tað kann hugsast at nevnda ætlan eigur at verða nærri lýst, hetta við atliti til gjøgnumskygni og til minstukrøvini frá UEFA til feløgini – har ein av grundsoylunum er at kappast eigur at verða á jøvnum føti og at ansa eftir at sum minst er av kappingaravlagandi virksemi/tiltøkum.
Spurningurin er: kunnu føroysku feløgini í dag seta spurnartekin við henda handil – sæð í ljósinum av kappingaravlaging – mótvegis hinum fótbóltsfeløgunum?
Eftir hvat hevur verið frammi er støðan hjá KÍ ikki góð fíggjarliga og tykist tað tí neyðugt hjá felagnum at finna onkra loysn uppá fíggjartrupulleikan eftir hall seinni árini og er tað her at Klaksvíkar Kommuna kemur inn – møguliga fyri at "bjarga" felagnum?
Setast kann upp hetta roknistykki:
Kostnaður fyri Klaksvíkar Kommunu:
Yvirtøka av skuld í KÍ-høllini uppá umleið 3,8 mill. kr.
Nýtslurættur hjá KÍ umleið 750m2 við ljós og hita á kr. 700,- pr. m2 pr. ár + 5% í kostnaðarvøksti í alt umleið 6,6 mill. kr.
Gjald frá KÍ fyri nýtslurætt yvir parti av KÍ-høllini í 10 ár 0,1 mill. kr.
Samlaður kostnaður hjá Klaksvíkar Kommunu fyri KÍ-høllina, umleið 10,3 mill. kr.
Spurningurin er um KÍ-høllin er verd hesa upphædd og er hon tað, er handilin í lagi. Men her átti ein óheft meting at verði gjørd, møguliga av einum peningastovni. Vísir tað seg at høllin ikki er 10,3 mill. kr. verd, kann spurnartekin setast við handilin – sæð í ljósinum av kappingaravlaging og tað er rættiliga óheppi.
Eitt annað er, at Klaksvíkar Kommuna møguliga skal gera ábøtir á høllina, nevnd er ístandsetan av niðastu hædd í norðara enda, hiti, taki, og nýtt gólv, hetta kostar nakrar mill. kr. so samlaði kostnaðurin fer kanska at tátta up ímóti 20 mill. kr. men er hetta annars ikki hesum málið viðkomandi.
Hinvegin kann Klaksvíkar Kommuna sjálvandi stuðla KÍ fyri sosialt og annars gott arbeiðið býnum at frama – men aðalmálið má verða at tað er greitt gjøgnumskygni í handlinum og ikki kappingaravlagandi og eisini at annar ítróttur ikki følir seg tilsíðissettan, men fær somu sømdir.
Ísak Mikladal




