Í fyrstu syftu eru teir tiknir út til ein bruttohóp í sambandi við dystin móti Sveis 13. november.
Í næstu viku hava 20 leikararnir fingið boð um at møta til venjingar. Seinni verður so endaligi hópurin tikin út til dystin, og tá koma fleiri útisetar uppá tal. Til venjingarnar í Føroyum vera bara leikarar úr Effodeildini og íslendsku kappingini, sum báðar liggja stillar tá. Fyri tað mesta er talan um leikarar, sum áður hava verið partur av A-landsliðnum. Men heilt nýggir eru Andrias Eriksen, Ísak Simonsen og Jóannes Bjartalíð, har Andrias og Jóannes tó hava verið fastir í uppstillingini hjá U21 landsliðnum seinastu EM undankapping.
Teir 20 leikararnir, ið hava fingið landsliðsboð eru hesir:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Sonni Ragnar Nattestad, FH (ICE)
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH (ICE)
Tórður Thomsen, B36
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, B36
Ísak Simonsen, KÍ
Andreas H. Eriksen, B36
Fróði Benjaminsen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Árni Frederiksberg, NSÍ
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Páll Klettskarð, KÍ