Stór hegn eyðkenna kajøkini á vestaru síðu og er tað ein beinleiðis avleiðing av altjóða samstarvi móti yvirgangs felagsskapum
ISBS krøvini siga at havnaøki, sum taka ímóti farmaskipum, sum eru omanfyri 500 br.tons til støddar, skulu verða hegnaði inni.
Hjá Klaksvíkar Havn er talan um økið niðan fyri Norðborg, friystihúsið hjá Antonius og økið har bygningurin hjá Skipafelagnum stendur.
Av havnaskrivstovuni verður sagt at avsperringarnar eru settar upp í samstarvið við vinnuna á økinum.
– Lógin krevur at økini eru avsperrað og tí hava vit tosað við menn, sum dagliga arbeiða á kajini um hvussu farast skuldi fram.
Hegnini, sum eru uppsett, kunnu flytast og tí vera økini bert avsperrað tá farmaskip eru við bryggju.
Fiskiskip koma ikki undir lógina og tí verða økini opin tá farmaflutningur ikki er á kajuni.
– Hóast Klaksvíkar Havn hevur eftirlit við allari havnini, so er tað ábyrgdin hjá teimum sum arbeiða innanfyri avbyrgingarnar at syrgja fyri at óviðkomandi ikki sleppa inn.




